Kuldin kring landið hevur vakurt og stilt veður við sær, og fleiri staðni eru vøtn fryst.
Hetta gevur høvi at hugna sær við at skreiða ella skoyta á ísinum, og tað hevur verið gjørt fleiri staðni kring landið seinastu dagarnar.
Á Vatninum í Vági var nógv fólk og hugnaði sær á ísinum í dag. Fleiri gingu út á hólman miðskeiðis a vatninum, og onnur skoytaðu ella hugnaðu sær á annan hátt í góðveðrinum í dag.
Myndirnar við Vágseiði í baksýni eru tiknar á vatninum í Vági í dag.