Hugnaløta fyri ung við krabbameini

Ung, sum hava, ella hava havt, krabbamein, fáa nú høvi at hittast

 

Krabbameinsfelagið fer nú at skipa fyri hugnaligari samveru fyri ung, sum hava, ella hava havt, krabbamein.

 

Talan er um eitt tiltak fyri ung ímillum 14 og 25 ár, sum  krabbamein, at hittast til prát og hugnaliga samveru og tað er eisini ætlanin at gera ymiskt stuttligt saman.

Fyrsta hugnaløtan av hesum slagi verður síðst í mánaðinum.

 

- At hitta onnur ung, ið hava fingið viðgerð fyri krabbamein, kann vera gevandi, sigur Krabbameinsfelagið.

 

- Hetta at liggja á sjúkrahúsi, at sita og bíða í bíðirúmi áðrenn viðtalu, at hava eftirárin av viðgerð, og so frameftir, kann vera torført at deila við onnur ung, sum ikki hava roynt tað.

 

- At vera saman við øðrum, sum tú kanst tosa við um tínar tankar og kenslur, ella bara vera saman – og tú veitst, at hini skilja tað, tú ert farin ígjøgnum, kann veruliga geva orku og styrkja teg á lívsleiðini, sigur felagið.