Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum fer at skipa fyri hugnaløtu á Hotel Hafnia fyri kvinnum, sum eru ella hava verið sjúkar av krabbameini í brósti.
Á hugnaløtuni, sum verður mikudagin hin 14. mai klokkan 19, fer Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur, at luttaka og siga frá, hvussu listterapi kann vera ein háttur at stuðla undir lívsgóðsku, tá tú ert ella hevur verið sjúk av bróstkrabba.
Turid Horn fer at siga frá, hvønn týdning tað hevði fyri hana at ganga til listterapi, eftir at hon hevði verið sjúk av bróstkrabba.
- Høvi verður eisini til hugnaliga samveru og prát, og sjálvsagt verður eisini ein góður drekkamuður at fáa, siga Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til Bata og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.
Tiltakið er ókeypis, men heitt verður á fólk, sum hava hug at verða við, um at siga frá - í seinasta lagi týsdagin 13. mai klokkan 13.
Á myndini eru Heidi Hvidbro og Turid Horn, ávíkavist forkvinna og næstforkvinna í Bót til Bata.