Formaðurin í Friðarboganum, felaskapinum hjá teimum samkyndu, Fróði Holm Knudsen er sera ónøgdur við atburðin hjá Rættarnevndini í Føroya Løgtingi í sambandi við viðgerina av uppskotinum um, at gera tað revsivert, at happa fólk orsakað av teirra kynsligu sannføring. Hetta sigur hann við Sosialin aftaná at Rættarnevndin í fyrradagin bað ein psykiatara koma á fund fyri at definera hvat ein samkyndur er, og um hesin bólkur er ein happaður bólkur. Fróði minnir á, at ein kvart øld er fráliðin síðan heimsheilsufelagskapurin WHO tók homoseksualitet av listanum yvir sjúkur.
Fróði spyr, hví ein lækni skal siga nevndini frá um hetta. Rættast hevði verið at tosað við tey samkyndu um hetta. Sum formaður í felagskapinum hjá teimum samkyndu hevur hann einki hoyrt frá Rættarnevndini: Hetta er ótrúliga arrogant at viðgera okkum, sum vóru vit ein sjúka. Tað minnir um tað, sum nasistarnir gjørdu í Týsklandi. Teir brúktu eisini læknar til at vísa á, at homoseksualitetur er ein sjúka. Eg skilji simpulthen ikki, hvat tey gera í hasi nevndini, men tað er óhugnaligt, ótespiligt og arrogant. Er hetta eitt amatør parlament? . spyr ein sera ónøgdur Fróði Holm Knudsen.