Veðrið er vorðið betri og ein hugnaligur dámur er spakuliga komin yvir Syðrugøtu og festivaløkið Í løtuni er stinnur streymur av fólki til festivaløkið í Syðrugøtu. Konsertir eru bæði á Spæliplássinum og í Grundini, og á vegnum millum báðar pallarnar er hugnin í hásæti.
Har ganga enn víkingar, og klokkan 21.00 verður spennandi tiltak við eldspýting og víkingabardaga, sum er partur av víkingadøgunum.
Samanumtikið byrjar veruliga lív at koma í Syðrugøtu, og er lagt upp til eitt frálíkt kvøld hjá teimum, ið vilja leita sær til G! MINI.










