Hugnaligt á Skála

Høllin á Skála var full av fólki, og hóast nøkur fólk vóru dekan ov full til eitt tílikt tiltak, varð heildarupplivingin hóskvøldið bæði jalig, hugnalig og annarleiðis

Niels Uni Dam
??????

Tá eg setti Snar á fimtseinasta parkeringsplássið uttan fyri høllina, var klokkan 19.34. Konsertin var lýst at byrja klokkan 19.30, so eg helt meg vera í góðari tíð. Men eg havi heldur ongantíð fyrr verið á konsert á Skála.
Inni var høllin á tremur. Vaktarmenn stríddust við at seta fleiri stólar, meðan Stanley sang av fullum hjarta. Konsertin var byrja rættstundis! Einki við føroyskari pressisheit, vælkomin á Skála. Eg havi ofta verið á Skála, men ongantíð veruliga sæð lívið á hesum arminum á Skálafjørðinum, sum tað veruliga er.
Hægri eind
Høllin var pynta við livandi ljósi og blómum, og innið var skýmligt á ein sera ljósan hátt. Framvið uttara vegginum var eitt risastórt køkuborð, og vaktarmenn og konur smíltust vinarliga. Her var ikki nógv rokk?n?roll. Tá miðalaldurin á áskoðarunum samstundis var yvir 40, gekk alt upp í eina hægri eind. Her var ordiliga hugnaligt.
Stanley var, sum sagt, byrjaður at spæla. So eg royndi at snýkja meg inn. Men eg hevði ikki meiri enn sett meg, tá ein flokkur fullum ungum fólki kom inn í høllina. Tey vóru í góðum lag, og larmaðu rættuliga illa.
Ein maður við einum boðskapi
Men hóast larm, so varð tónleikaupplivingin framúr. Stanley tykist, sum ein maður við einum boðskapi. Hann spældi væl á gittar, og hann sang sannførandi. Men løgini vóru ikki heilt góð. Tað tyktist sum boðskapurin og orðini vóru meira týdningarmikil enn formurin, og tað var eitt sindur óheppið.
Eisini tyktist Stanley meiri merktur av larminum enn hini, ella kanska larm-aðu tey verri tá Stanley spældi. Hæddarpunkti í fyrru framførsluni hjá Stanley, var lagið "Fyld mine sejl", sum Stanley hevði umsett úr norskum til danskt, eftir "Fyll mine sejl" av Finn Kalvik. Lagið var herligt á ein C.V. Jørgensenkendan hátt.
Ein fantastisk rødd
Bubbi Mortens hevði eina ótrúliga útstráling, longu áðrenn hann hevði spælt fyrsta tónan hekk tað í luftini, at hetta fór at verða stórt. Fyrsta lagið luktaði væl av blús, og tann fantastiska røddin gav orðunum veingir.
Konsertin varð ein ferð gjøgnum lagaskattin hjá Bubba. Millum løgini greiddi hann á donskum frá. Har vóru stuttligar søgur úr veruleikanum, sorgblíð minnið úr barnaárun-um og hvassar politiskar skorðfleingir.
Prestur funnust at honum
Nógv av løgunum høvdu ein andaligan dám. Fleiri høvdu kristin evnir, t.d. sangurin um lærusveinin Tummas, sum er bygdur á skriftir funnar í Egyptalandi í 1947. Har Tummas sigur frá, um lívið við Jesus. Skriftirnar hava skapt nógv ósemju í kristnum umhvørvum, og Bubbi greiddi frá, at tá hann skrivaði sangin, vóru tað prestar, sum funnust at honum.
Rendi á Viðey
Men har vóru eisini stuttligari sangir, sum sangurin Do Do Dumma, um vinmannin, sum Bubbi plagdi at roykja nógv hasj saman við. Vinmaðurin keypti sær ein bát. 15. juni 1976, sigldi hann fyrstu ferð út úr havnini í Reykjavík, og í einum hasjrúsi rendi hann beint á Viðey, har báturin sakk.
Sorgin fevndi okkum øll
Meira sorgblítt, og samstundis nógv orkumiklari og sannførandi var tolkingin av einum gomlum lag, sum hann segði, at pápi hansara plagdi at syngja. Tað einasta pápin og vinmennirnir gjørdu, var at, drekka seg fullar, lesa yrkingar og syngja hendan sangin. Sorgblídnið í rødd-ini á Bubba var tjúkt, og fevndi allan salin.
Ein kvartan heila
Í einum sangi um Irak kríggi, sang Bubbi um politikarar, sum í sjónvarpi og bløðum sannleikan fokka. Hann segði sína bersøgnu meining um íslendska forsætismálaráðharran Haldur Asgeirsson, sum stuðlaði Bush í krígnum í Irak. Sambært Bubba hevur Bush bert ein kvart-an heila. Sangurin var sterkur og sera sannførandi.
Hæddarpunktini vóru fleiri í framførsluni, sangurin "Svartur hundur" um tunglyndi, sum næstan var Radiohead kendur. Men eisini gittarframførslan hjá Bubba í einum garrvillum salsalagið, sum hann hevði gjørt saman við einum av teimum úr Buena Vista Social Club.
Nú hevur Bubbi spælt forbiðið leingi
Tá Bubbi takkaði fyri seg, segði hann seg vera glaðan fyri, at hann ikki skuldi spæla aftan á Eivør. Tí tað var sum at fáa ein vinstra hook frá Mike Tyson. Men, at hann fegin vildi sleppa at syngja ein sang saman við hennið. Eivør kom á pallin. Tey ikki høvdu vænt saman, so sangurin varð ein spontan blúsjam. Eivør sang um Bubba, sum bert skuldi spæla trý korter, men hevði spælt forbiðið leingi, og um at nú var tíðin komin at fáa sær ein kaffimunn. Ongantíð hevur orðið "kaffimunnur" ljóða so vakurt og lokkandi. Hon fekk enntá allan salin at syngja kaffimunn í kór.
Kaffi og køkuborð
Í steðginum bar til at keypa ein tallerk og ein kopp, og drekka so nógv kaffi og eta so nógvar køkur sum man vildi. Hetta gav tiltakinum ein annarleiðis dám, sum tó hóskaði væl til sitikonsert-ina. Men tey fullu ungu fólkini vóru stak ónøgd við hetta.
Forkastiligt
Tá Stanley byrjaði konsertina, aftan á steðgin, varð larmurin uppaftur verri. Hetta órógvaði øðiliga illa. Serliga keðiligt varð tað, tá Stanley royndi at spæla vakra sangin "The water is wide". Sangurin varð ognaður einari lítlari gentu, sum spældi á einari Teilendskari baðistrond, tá Tsunami aldan kom og tók hana. Stanley tyktist rørdur, tá hann greiddi frá um sjónvarpsmyndirnar av gentuni, sum hann hevði sæð umaftur og umaftur. Vit sum hava sæð upptøkurnar kendu kensluna aftur. Men ein av teimum fullu, rópti illa og mótmælti, at sangurin ikki var, um tey sum fórust á Norðhavinum. Hetta oyðilegði nógv, og var beinleiðis forkastiligt.
Skemtisøgur
Áðrenn Eivør kom á pallin, læs, tann sera væl upplagdi frásøgumaðurin, skemtisøgur upp úr eini bók. Hetta vísti enn einaferð, at hetta var ein mentanaruppliving av teimum óvanligu, og gjørdi kvøldið enn meira dýrabært.
Framførslan hjá Eivør, varð ein tann besta, eg havi sæð hjá henni. Eivør byrjaði sum á AME við síni trummu og lagnum Trøllabundin. Lagið gerst alsamt betur fyri hvørja ferð hon spælir tað. Røddin er eitt ljóðføri, sum Eivør meistrar fullkomiliga, og tú gerst beinanvegin trøllabundin. Næsta lagið var Hjarta mítt, sum er eitt tað vakrast lagið Eivør eigur. Við eini rødd sum ljóðaði sum einglasongur óskyldig, rein og ótrúliga vøkur, bar hon orðini fram.
"Mær leingist" varð sum altíð sera góður. Tey fullu, góvust eina lítla løtu við at larma, og tá ein teirra miðskeiðis í sanginum byrjaði at larma aftur, varð hann endiliga smitaður út.
Vakrasta løtan á konsertini var frálíka nýggja lagið, um saknin eftir systrunum Elinborg og Elisabeth Mariu. Lagið er ordiliga vakurt og varð sungið so inniliga. Saknurin varð veruligur fyri okkum sum lurtaðu.
Mótmælisfólk
Tá Eivør spældi "Just a friend of mine" byrjaði larmurin aftur. Tey flestu av hinum fullu vórðu smitaði út, tey mótmæltu og larmaðu sera illa. Aftan á konsertina, segði ein teirra við Sosialin. At teirra larmur var eitt mótmæli móti, at stór nøvn sum Bubbi, Stanley og Eivør vórðu brúkt á eini konsert, sum mest minti um eitt bland millum eitt ervi og eitt bønarmøti. Hann segði, at køkuborð og kaffi ikki hoyrdu heima á eini konsert við heimsnøvnum.
Mótmæli ella ikki. Tað var øðiliga órógvandi fyri stórar partar av áskoðarun-um. Fyrireikararnir søgdu fríggjadagin við Sosialin, at teir høvdu eftirmett konsertina, og komnir ásamt um, at hesi sum larmaðu, skuldu verið koyrd á dyrð fyrr.
Nú varð endiliga rímiliga friðarligt, og Eivør fekk frið at spæla seinastu løgini. Hon endaði við at bjóða Stanley Samuelsen uppaftur. Saman sungu tey "Um eg kundi kvøði". Lagið er besta lag, eg havi hoyrt hjá Stanley, og ongantíð man tað vera framborið vakrari. Teirra røddir riggaðu avbera væl saman. Tá tey so endaðu við "Come to me" har Stanley sang røddirnar hjá Bill Bourne, ljóðaði tað nógv betur enn við Bill. Hetta varð ein frálíkur endi á eini frálíkari konsert.
????
VOXPOP

Beinta, 23 ár av Argjum
Mær dámdi ordiliga væl, men Bubbi var nokkso keðiligur, hann hevði góða rødd, men sangirnir vóru keðiligir. Eivør og Stanley vóru góð, eisini saman.

Jóna, 59 ár av Skála
Mær dámdi heilt einastandandi væl konsertina. Tann besta løtan var tá Eivør og Stanley sungu saman, tá dámdi mær øðiliga væl.

Tove, 45 ár av Norðasta Horni
Konsertin var øðiliga góð. Men Bubbi spældi forbiðið leingi, eg skilji heldur ikki so væl tað íslendska, so tað bleiv eitt sindur keðiligt.

Sólja, 22 ár av Argjum
Eivør var fantastisk. Eisini tá hon spældi saman við Stanley var tað framúr. Bubbi sang væl, men har varð so nógv møsn millum løgini, tað hevði verið betur uttan.