Hugnaligt jólatiltak á Gamlavegi á Skála

Í dag, leygardagin 7. desember, verður eitt jólatiltak á Gamlavegi á Skála.

 

 

 

Tað eru gamla turkihúsið og neystini innan fyri Skála kirkju, sum verða karmur um hetta hugnaliga jólatiltak, har umhvørvið verður pyntað. Jól á Gamlavegi á Skála hevur verið eitt afturvendandi familjutiltak í nøkur ár, og undirtøkan hevur verið góð.

Klokkan 15 í dag lata neystini við sølubúðum upp, og eitt av hæddarpunktunum er, tá pyntaði jólabáturin við glaðum jólamonnum leggur at bryggjuni hjá Evald. Jólamenninir hava okkurt søtt við til børnini, og saman við børnum og familjum teirra verða nakrir jólasangir sungnir.

Á Skála verður hugni við sangi, mati, jólamonnum, jólasølu og ymiskum øðrum góðum niðri við neystini. Her fara tey at selja hunang, bakstur, kjøtpylsur og ymiskt handaligt. Her verða eisini lutir úr eitt nú rekaviði, jólapynt, bundin pløgg, vín úr Ungarn og mangt annað.

Neystini verða opin í dag til klokkan 19.30, og seinasta tiltak á skránni í kvøld verður tónleikurin í turkihúsinum, sum byrjar klokkan 19.30. Her fara Steve, sum er týskari og Annbritt, sum er av Skála, at framføra góðan jólatónleik.

##med2##

Meðan jólatiltakið er á Gamlavegi, verður eisini høvi at keypa sær suppu og pylsubreyð.

Í annaðkvøld klokkan 18 - dagin eftir Jólini á Gamlavegi - verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Her fer Streingjakórið í Meinigheitshúsinum at seta sín hugnaliga dám á, og Sylverius Jacobsen fer at hugleiða um jólini.

Í samband við tiltakið á Skála seinnapartin í dag verður eisini skipað fyri einari teknikapping fyri børnum. Børnini verða bólkaði upp í fýra bólkar, 3-6 ár, 6-9 ár, 9-12 ár og 12-15 ár, har ein vinnari verður kosin úr hvørjum bólki.

Dómarar verða trý óheft fólk. 

Á Skála siga tey, at tekningarnar skulu verða í A4 stødd, og myndaevnið skal hava við jólini at gera. Tekningarnar skulu leggjast í ein postkassa, sum hongur í jólagøtuni – á leiðini, har smátturnar eru. Av Skála verður sagt, at seinasta freist at lata tekningar inn, er í dag, leygardagin 7. desember, klokkan 20.

##med3##