Fólk hava hugnað sær óført á Bursatanga í Havn í dag, eftir at seglskipini høvdu lagt at
Tað var av besta veðri, og fólk í stórum tali fóru at taka ímóti snøggu træskipunum. Tónleikurin dundi, og møguleiki var at fáa sær kaffi og pylsur.
Har vóru bæði stór og smá skip, og meira enn so, at fólk, sum bara vóru farin á bryggjuna at fregnast, fingu hug at leypa umborð og halda leiðina fram við onkrum av skipunum, sum seinni í dag fara til Suðuroyar.