19 ára gamli Aaron Ramsey hjá Arsenal var miðdepil í eini óhugnaligari hending, tá Arsenal um vikuskiftið spældi móti Stoke. Nýklækti landssliðsspælarin hjá Stoke, Ryan Shawcross, sendi Ramsey í svørðin við eini fyrilitarleysari tackling, og úrslitið var dupult beinbrot. Roknað verður við, at Ramsey noyðist at vera burtur frá fótbóltinum næsta hálva árið ella so.