Hugnaligar várdagar í Nes kommunu

Aftur í ár - í vikuni fyri bátafestivalin - verður skipað fyri várdøgum í Nes kommunu.

Aftur í ár - í vikuni fyri bátafestivalin - verður skipað fyri várdøgum í Nes kommunu.

 

Várdagar, sum byrjaðu í gjár við morgunmati og ruddingardegi, umframt ymiskum øðrum tiltøkum gjøgnum dagin og út á kvøldið, halda fram heilt til fríggjadagin - ella dagin fyri sjálvan bátafestivalin.

 

Í dag - sunnudagin - er einki á skránni, men fyri allar hinar dagarnar í vikuni er løgd ein forvitnislig skrá, sum kann síggjast á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo

 

Í morgin - mánadagin - verður bókasavnið opið frá 16-18, og klokkan 18 verður málningaframsýning í Oyrahandlinum við Martini Joensen. Framsýningin verður opin allar várdagarnar.

 

Almenn og ókeypis svimjing verður fyri børnum og vaksnum millum klokkan 18 og 19, og í tímanum frá klokkan 19 til 20 sleppa vaksin at svimja ókeypis.

 

Mánakvøldið klokkan 19 verður løtt "linedans-café" í Oyrahandlinum, sum Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest skipa fyri, og frá klokkan 19 verður eisini mannfólkakvøld, sum Tofta Ítróttarfelag skipar fyri.

 

Kvøldið í annaðkvøld endar við eini framsýning við teknaranum, Jens Klæminti Jacobsen, sum fer at sýna fram skemtitekningar av lokalum fólki.

 

Várdagar í Nes kommunu halda sum nevnt fram alla vikuna, og In.fo fer í onkrum greinum at venda aftur til hetta tiltak.