Fótbóltur
Hóast fleiri vildu vera við, at talan mest sum er um nýggja lærutíð hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, so helt føroyski liðformaðurin ikki, at vantandi rutina var fremsta orsøkin til stóra tapið fyri Georgia.
- Tað haldi eg als ikki var orsøkin. Vit spæla í dag móti einum rættiliga sterkum liði, og tað er fremsta orsøkin til, at tapið varð so stórt. Sjálvt um eisini helt tað vera ov stórt.
- Men tað er so eisini ein sannroynd, at vit eru ov nógvir, sum ikki spæla upp til tað, sum vit eru mentir. Tað er nakað, sum føroyska fótbóltslandsliðið ikki hevur ráð til, og tað kostar nógv, tá so er.
Tað tykist eisini, sum hava tit altíð trupulleikar, tá tit spæla móti londunum eystanfyri. Er tað eisini nakað um tað?
- Avgjørt. Tekur tú dystirnar, sum vit hava spælt móti eitt nú Fraklandi, so settu teir ferðina niður, tá sigurin var tryggjaður. Tað gera hesi londinin ongantíð. Tey spæla sítt spæla frá fyrsta til seinasta bríksl, og tí er vandin fyri einum veruligum skrædli eisini størri í slíkum dystum. Og tað var tað, sum hendi í dag. Vit verða gjøgnum allan dystin revsaðir fyri hvørt einasta mistak, og tá verður tað óluksáliga tungt. Samstundis fáa vit teir ongantíð yvir í grøvina at bara lossa bóltarnar inn í brotsteigin. Tað plaga vit annars at vera dugnaligir til, men tað vildu teir bara ikki.
Nú er eitt slíkt tap ongantíð besti hátturin at byrja eina undankapping. Hvussu skulu tit bera tykkum at, um tit skulu reisa tykkum til næstu uppgávuna?
- Tað verður sjávlandi tungt, men vit mugu arbeiða víðari. Fyrst og fremst, so haldi eg tó, at fólk skulu sýna hesum nýggja liðnum álit. Spælararnir serstakliga teir yngru hava tørv á stuðuli heldur enn kritikki. Faá teir tað, so ivist eg ikki í, at hetta landsliðið kann menna seg heilt nógv, staðfestir Óli Johannesen.