Hugnalig vitjan

Túrurin hjá ráðgevandi Føroya nevndini á Fólkatingi í Føroyum eydnaðist til fulnar. Nú er vitanin og samskiftið vorðið nógv betur, sigur formaðurin í nevndini

VITJAN

Tað var ein avslappað forkvinna í serligu Føroya nevndini á Fólkatingi, sum kom at hitta føroysku fjølmiðlarnar hósdagin.
Fólkatingslimurin fyri Venstre Pia Larsen er fomaður fyri 21-mands-udvalget vedrørende Færøerne. Ein nevnd, sum hon sjálv á heimasíðu sínari sigur hava til uppgávu at viðgera spurningar viðvíkjandi einari møguligari føroyskari loysing. Nevndin er ikki meira enn trý ára gomul. Tað var táverandi forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, sum setti nevndina á stovn fyri at fylgja samráðingunum og geva ráð til stjórnina. Nú er so sum so við samráðingum, men nevndin livir enn, hóast formaðurin ásannar, at nakað er tikið av ferðini.
Í gulari polotroyggju og einari føroyskari troyggju afturat kom hon, eftir fund við Løgtingið, at hitta umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar.
Við sær hevði hon Edmund Joensen, løgtingsformann, sum tó hevði funnið klædningin úr skápinum.
Vitjanin hjá serligu Føroya nevndini er av kunnandi slagnum. Vitjað hevur verið á ymsum virkjum, m.a. Havsbrún í Fuglafirði. So vóru fundir við Landsstýrið, Vinnumálaráðið og formenninar fyri politisku flokkarnar.
? Vitjanin hevur riggað ótrúliga væl. Vit hava fingið alt tað burturúr, sum vit kundu ynskt okkum, sigur Pia Larsen.
Tað vóru kortini ikki allir 21 limir við í Føroyum. Ellivu íroknað Lisbeth L. Petersen komu til Føroya ? umvegis ein lítlan mjørkatúr til Bergen. Umboð fyri seks av átta flokkum á Fólkatingi vóru við.
? Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit eru væl inni í føroyskum viðurskiftum. Og tá fleiri av limunum ongantíð áður hava verið í Føroyum, so er tað upplagt at koma á vitjan. Hesin túrurin hevur eisini betra vitanina hjá limunum nógv og ikki minst samskiftið við føroyskar politikarar, sigur Pia Larsen.

Tørvur
Á fundunum við floksformenninar og landsstýrið hava ymisk mál verið uppi og vent. Men farið varð ikki í dýpdina við nøkrum einstøkum máli. Og avrátt varð bert, at hetta samskiftið var til gagn fyri allar partur, og ynskiligt er, at hetta heldur fram.
Flogvøllurin, skuldin hjá Føroyum, vinnulívið og onnur mál vóru fyri á fundunum.
Tá spurt varð, um nevndin sum so hevði nakað endamál, helt Pia Larsen, at tað hevði nevndin so avgjørt. Nevndin hevur ein stóran leiklut, tí talan verður um persónligt samskifti millum politikarar, og sleppast kann undan óneyðugum misskiljingum, helt hon.
Eisini Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard taka undir við, at tað hevur stóran týdning, at parlamentarikarnir sleppa at skifta orð, soleiðis alt samskiftið ikki fer fram umvegis stjórnina og landsstýrið.
Í komandi viku kemur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, á almenna vitjan í Føroyum.