Árliga várkonsertin við GHM verður í Müllers pakkhúsi sunnudagin, 6. apríl kl. 16.00 Skráin til konsertina er sera spennandi, og temað er filmstónleikur. Spæld verða løg úr filmum sum James Bond, Grease, Indiana Jones, Mary Poppins, Barbaru og Kaj Norman. Dirigentur verður Jens Knudsen. Til tess at gera konsertina til eina hugnaliga uppliving hjá vaksnum og børnum, verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn við einum køkubita afturvið. GHM vónar at síggja nógv fólk til konsertina.