Óhugnalig uppliving

Fyrst small Fabrice Muamba um á vøllinum og um vikuskifti doyði Piermario Morosini. Poul Thomas Dam hevur skift um troyggju við báðar tveir

Tvær hendingar hava skakað fótbóltsheimin seinastu tíðina. Fyri júst einum mánaði síðani, 17. mars, fekk tá 23 ára gamli enski Bolton-leikarin Fabrice Muamba ein hjartatilburð á vøllinum. Muamba var deyður í samfullar 78 minuttir, áðrenn læknarnir fingu gongd í hjarta hansara aftur.
Um vikuskiftið small aftur ein fótbóltsleikari um. Hesaferð var tað 25 ára gamli italiumaðurin Piermario Morosini, sum smokkaði saman undir dysti. Morosini hevði sáttmála við Udinese í bestu italsku deildini, men var leigaður út til Livorno í næstbestu deildini.
Hesir báðir hjartatilburðirnir hava skakað fótbóltsheimin. Ikki minst 24 ára gamla havnarmannin Poul Thomas Dam.

U17 og U21
– Tvær ferðir í mínum havi eg býtt um blusu aftaná ein dyst. Fyrstu ferð eg býttu um blusu, fekk eg blusuna hjá Muamba. Næstu ferð skifti eg um við Morosini, fortelur Poul Thomas Dam, sum sanniliga hevur fingið okkurt at hugsa um seinastu dagarnar. Eins og Muamba og Morosini var Poul Thomas mettur sum ein ógvuliga evnaríkur fótbóltsleikari í Føroyum. Hann hevur umboðað Føroyar bæði á U17, U19 og U21-landsliðnum.
Og tað var í samband við eina NM-kapping hjá U17-landsliðnum, at Poul Thomas fekk troyggjuna hjá Muamba. Føroyar spældu ikki móti Onglandi, men høvdu eina avtalu við enska landsliðið um, at leikarar á liðunum báðum fingu troyggjurnar hvør hjá øðrum.
– Hin ferðin var við U21-landsliðnum í Italia. Tá kom Morosini yvir til mín aftan á dystin. Hann spurdi, um vit skuldu býta um troyggju og eg segði sjálvandi ja, greiðir Poul Thomas frá.

Hevur fylgt báðum
Poul Thomas dylir ikki yvir, at hann síðani, at hann fekk blusuna hjá Muamba og Morosini hevur fylgt væl við, hvar hesir báðir hava spælt.
– Við Muamba hevur tað verið so nemt, tí hann hevur spælt við Bolton allatíðina. Men eg plagdi eisini at googlað Morosini fyri at vita, hvar hann spældi og hvussu tað gekk hjá honum, sigur Poul Thomas.

Ógvuliga kløkkur
Tá Muamba small um á vøllinum hugsaði Poul Thomas ikki stórvegis um tað. Gaman í, hann hevði fingið blusuna hjá honum fyri nógvum árum síðani, men so var tað heldur ikki meiri enn tað. Men tá Morosini nú eisini small um, gjørdist Poul Thomas rættiliga skakkur. Í sær sjálvum er tað ógvuliga óhugnaligt, at tveir sunnir ungir menn fáa hjartastopp. Men hjá Poul Thomas er tað upp aftur meiri óhugnaligt, at teir einastu leikararnir, hann hevur býtt um blusu við, báðir hava fingið hjartastopp.
– Eg bleiv øgiliga kløkkur, nú Morosini eisini small um. Eg havi eisini verið eitt sindur uppI at koyra um alt hetta, tí tað er nokk so óhugnaligt. Men tað er ikki so nógv, eg kann gera við tað, ásannar Poul Thomas Dam.