Summarfestivalurin
Hóskvøldið gav fólki ein lítlan forsmakk upp á Summar Festivalin, sum av álvara byrjar kl. 18.00 fríggjakvøldið. Fleiri ókeypis tiltøk vóru á skránni hóskvøldið, og tey riggaðu avbera væl.
Barnaundirhald var við Angelu & Hannibal, og tað vóru sera nógv børn og hugdu at. Eisini var sungið karaoke, og har stóðu fólk í langari bíðirøð fyri at sleppa framat. Virkishúsið leggur javnan pall til karaoke og tað var lætt at síggja, at hesi ungu vóru von við at syngja karaoke.
Í Virkishúsinum spældu The Story Ends, Isadora and The Rebels og Budam og allar tríggjar konsertir vóru sera væl vitjaðar. Silvaland hevði opið hóskvøldið, og børnini stuttleikaðu sær óført, bíðirøðin til at ríða á hesti var long, og tey trý fryntligu rossini bóru nógv hundrað børn eftir Vágsbø. Ein pápi, ið vit fingu orðið á helt, at tað var heilt fantastiskt, at tey høvdu gjørt alt hetta fyri børnini. Hoppiborgirnar og klintriborgin vóru væl vitjaðar og einstøk børn sótu í stóra sandkassanum og hugnaði sær.
Kl. 19.00 fríggjakvøldið verður fyrsta konsertin á Summarfestivalinum, tá Sarah Brendel fer at spæla á Vágsbøi.