Tað er ikki lítið, sum verður gjørt burtur úr í Sandoynni, tá veðrar verða flettir kring um í bygdunum, og her eru nógvir góðir, royndir og raskir flettarar.
Har nógv er, sum skal fáast frá hondini, eru gjarna eisini fleiri flettingarborð, og síðan skipa menn seg líka sum í lið, har nakrir fletta í senn. Tá teir fyrstu veðrarnir eru flettir, fara aðrir mans undir teir næstu.
Heima stákast húsmóðurin við mati, og tað er ikki lítið, sum gjørt verður burturúr. Longu, tá menn hava verið eftir veðrunum fyrr um dagin, bjóðar hon pannukøkur.
Tá liðugt er at fletta, krovini eru komin upp at hanga í hjallinum og bilhúsið, har flett verður, er vaskað, hevur húsmóðurin dekkað til vælbúgvið borð.
Slíkir dagar eru hátíðardagar í Sandoynni og aðrastaðni kring landið, har menn hava veðrar og gingið verður millum húsanna og bygdanna at fletta.