Hugnalig samvera skapar lívsvirði

? Tað var fyri neyðini at tú kom í dag, so eru vit fullmannað til kortspælið, sigur ein eldri kona við aðra, tá tær hittast í túninum á Lágargarði. Tey eru hugagóð og fegin tá tey hittast í Dagstovninum, har tey taka lut í andaligum og handaligum tiltøkum, sum stimbra tann einstaka

Dagny Joensen
??????????
Vit hoyra tað dag og dagliga: Tey gomlu hava vánaligar sømdir í nútíðarsamfelagnum. Langir bíðilistar eru fyri eldri og óhjálpin, sum noyðast at sita einsamøll heima.
Tað er eisini veruleikin. Alt ov fáir møguleikar eru hjá teimum eldru at velja, hvørt tey kunnu búgva heima, ella sleppa inn á ellis- og røktarheim í Tórshavnar Kommunu.
Fyri at bøta um hesar trupulleikar hava stovnarnir seinastu árini bjóðað fólki dagtilhald, har avlamis- og fólkapensionistar hittast til hugnaliga samveru um eitthvørt ítriv og venjingar, sum ger gerandisdagin fjølbroyttari og meira áhugaverdan.
Byrja við døgurðaborði
Tað er ikki keðiligt at vitja á Dagstovninum á Lágargarði. Brúkarnir, sum eru frá 67 til 94 ára gomul, koma í taxabilum, nakrir frá morgunstundini og aðrir stutt fyri døgurðatíð. Stundir eru at heilsa uppá og práta um hvat skal gerast henda dagin, áðrenn farið verður í mátarhøllina at fáa sær døgurða.
Tá døgurðin er av, eru stundir at fáa ein lítlan hvíldarsteðg, áðrenn farið verður til dagsins uppgávur. Brúkarnir savnast í hugnaliga umhvørvinum, har dagstovnurin heldur til.
Lonin er í trimum rúmligum hølum. Har er vevstova, ítrivrúm, og ein hugnalig stova, sum júst tá vit vitjaðu, varð borðreitt við millummála - kaffi og køkum.
Hvør dagur hevur sína skrá. Tað er eitt nú kórsangur, fimleikur, upplestur, ymisk ítriv, kortspæl og evnisdagar, bókmentir og guðstænastur, bert fyri at nevna nøkur dømi.
Eina ferð um mánaðin er hugnaløta. Tá er tónleikur, sangur og upplestur á skránni. Onkuntíð koma tónleikabólkar at framføra og í temabólkinum verður okkurt evni tikið upp. Tað kann t.d. verða, at fólk kemur at halda fyrilestur um bókmentir, eitt nú bygdasøgu og tílíkt, sum hevur áhuga millum tey eldru.
Uppvartað frá morgunstundini
Tað er ymiskt, hvussu ofta um vikuna brúkararnir eru á dagstovninum. Nøkur koma fleiri ferðir um vikuna, onnur í ein ella tveir dagar o.s.fr.
Fyri brúkararnir er galdandi, at nógv búgva einsamøll ella heima hjá børnum og øðrum avvarðandi, sum er til arbeiðis. Tí er tað ein góð loysn, at tey eldru koma út at hitta onnur og taka lut í felags tiltøkum í dagtímunum.
Felags fyri brúkararnir á Dagstovninum er, at tey upprunaliga koma úr hvør sínum heraldsodni í landinum. Flestu kvinnurnar ? tær eru í stórum meirluta á stovninum ? fóru sum ungar til Havnar at tæna ella til annað arbeiði og her hitti mannin og stovnaðu familju.
Umframt tað eru nógv eldri flutt til Havnar, av tí at børnini, sum hava tikið gomlu mammuna ella pápan til sín, búgva í høvuðstaðarøkinum.
Við kaffiborðið henda dagin vóru fólk prátingarsom og tosaðu um alt tað, sum varð gjørt fyri tey og hvat brúkararnir, hvør í sínum lagi hildu um tiltakið.
- Tá eg fekk møguleikan at koma higar, helt eg, at eg skuldi royna. Tað eri eg fegin um. Um hvat vit gera? Nú hava vit hoyrt um trøll og huldufólk í eina heila viku, sigur ein eldri kona brosandi, men skundar sær at leggja aftrat: Her er annars nógv áhugavert at gera og hoyra. Vit veva, mála, gera fimleik, syngja og spæla kort. Jú, her er stuttligt at vera.
Tá spurt verður, hvønn týdning tað hevur hava møguleikan at fara á dagstovnin, sigur onnur: - Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, sum sita einsamøll heima. Her verða vit væl móttikin og verða uppvartað frá morgunstundini og til vit fara heimaftur, og øll eru so blíð.
Hjá aðrari konu hevur Dagstovnurin serligan týdning. Maður hennara, sum heilsan er farin at bila hjá, býr á Lágargarði. Hon kann tí fara at vitja mannin hvønn dag, samstundis sum hon tekur lut í tí, sum fer fram á Dagstovninum.
Kortspæl og upplestur
Týsdagur er og kortspæl og upplestur er á skránni aftaná kaffisteðgin. Hvør fer til sítt, nøkur setast við kortborðið í stovuni, meðan onnur savnast um borðið í ítrivrúminum, har upplestur skal vera.
Eitt av starvsfólkunum, sum hevur til uppgávu at lesa upp, sigur frá, at tey vanliga lesa eitt petti og síðani tosa um inni-haldið.
- Serliga áhugavert er at lesa bygdasøgur og tílíkt, sum tey eldru kenna seg aftur í. Tá koma nógvar frásagnir og søgur, sum tey eldru minnast aftur á, og sum hevur stóran áhuga, bæði hjá okkum og brúkararunum, sigur hon.
Tey sita tolin og bíða eftir at tulkurin skal koma. Ein brúkari er deyvur, og tá t.d. upplestur er ella bløðini verða lisin, kemur tulkurin inn í myndina, so øll kunnu vera við.
Annan hvønn hósdag er guðstænasta, og tá er tuklurin sjálvandi eisini hjástaddur.
Hurðin verður dringin fyri millum ítrivrúmið og stovuna, tá upplesturin byrjar. Løtu seinni kemur órógv í kortspælið, av tí at ein brúkari drálar ov leingi at geva út, so at hini ótolnast.
Skundisliga fer eitt starvsfólk til hjálpar. Tað fær kortspælið á glið aftur.
Skriva lívssøgu
Serliga væl umtókt er sangurin. Fyri at gera tað áhugavert eisini fyri búfólkini á stovninum, fara tey á Dagstovninum á tær ymsu deildirnar at syngja fyri teimum.
Starvsfólkini greiða frá øðrum tiltaki, har tey skriva lívssøgur saman við brúkararnum á Dagstovninum.
- Saman við okkum siga tey eldru frá barndóminum, andaliga lívi teirra, um makar og børn og tílíkt, sum tilsamans er teirra lívssøga.
- Hetta er ein skipan, sum serliga er ætlað minnisveikum, men sum eisini hóskar væl til tey eldru. Tað kann verða hent hjá okkum og teimum, um tey seinni skulu flyta heimanífrá.
Starvsfólkini hava nógvar søgur at siga, eitt nú um tvær vinkonur frá barnaárunum í Nólsoy, sum hittust aftur á Dagstovninum. Tær kunnu sita og práta í tímavís, og njóta útsýnið úr Dagstovninum yvir á kendar gøtur og tosa um støð og hendingar í barnaárunum í heimbygdini.
- Vit búðu í hvør sínum enda á bygdini. Hvønn morgun fóru vit út at spæla og høvdu tað sera stuttligt, sigur onnur. Hin giftist og flutti út á bygd, men vinkonurnar varðveittu sambandið gjøgnum árini. Stór var gleðin tá tær báðar hittust á Dagstovninum
Endamálið við Dagstovninum er at stuðla tey eldru soleiðis, at tey sum longst kunnu varðveita sín førleika sálarliga og sosialt.
Mest umráðandi er tann sosiala samveran, men á stovninum verður eisini hildið eyga við, hvussu tey eldru eru fyri. Hugt verður eftir, um tey t.d. fáa heilivág, eitt nú fyri sukursjúku og blóðtrýst, at tað er rætta mongdin, ella um brillurnar hava rætta styrki, hoyritólini eru í lagi o.s.fr..
Leiðslan á Dagstovninum, økisleiðarin hjá Heimarøktini, leiðarin á Umlættingarheiminum og umboð fyri Vitjunartænastan í Tórshavnar Kommunu, hava fund hvønn mánað, har tosað verður um støðuna hjá, bíðilistan til Dagstovnin og døgurðamatin til heimabúgvandi pensionistar.
Týðandi sosialt tilboð
- Vit skulu syrgja fyri at døgurðamaturin, sum verður koyrdur út til fólk í býnum, verður settur í køliskápið. Tað er ikki nóg mikið bert at seta døgurðan á trappuna ella inn í forstovuna.
- Í sjálvum sær er tað eisini ein trygd, at eitt fólk kemur á gátt hvønn dag, eisini fyri at vita, um alt er í lagi heima. Harnæst hava vit ein kontaktpersón, sum vit venda okkum til, um ikki alt er sum tað skal vera, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði.
- Skipanin við dagstovninum hevur primert fyribyrgjandi endamál at stimbra tey eldru, so tey kunnu verða heima sum longst. Tað hevur í stóran mun verið við til at útseta tørvin á stovnsplássum.
- Dagstovnurin er eitt týðandi sosialt tilboð, saman við øðrum møguleikum hjá teimum eldru at taka lut í handa- og andaligum tiltøkum. Hitt tilboðið, at veita heimabúgvandi føðslugóðan døgurðamat, hevur eisini stóran týdning fyri tann einstaka. Serliga av tí at eldri fólk sum búgva einsamøll heima, ofta ikki hava hug ella møguleikar at gera fjølbroyttan mat.
- Tey eldru siga tað sjálvi. Tað ger mun at fáa góðan kost. Nógv eldri fólk siga eisini, at heilsan er batnað, síðani tey komu við í døgurðaskipanina, sigur Marjun Smith.
Eftirspurningurin er stórur at sleppa á Dagstovnin á Lágargarði. Fyri at geva so nógvum sum gjørligt henda møguleika, verður tilboðið til tann einstaka sett eftir, hvønn tørv tey hava.
Seks starvsfólk arbeiða heila og hálva tíð á Dagstovninum.