Móttøkan í bilgaraguni á Flogvøllinum byrjaði kl. 15, og nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Finnboga hendan dagin. Hann fekk nógvar blómur og gávur.
Fleiri hildu talur hendan dagin, m.a. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, Jákup Persson, og Per Jensen, frá Statens Luftfartsvæsen.
Tá Finnbogi byrjaði, varð ikki flogið sunnudag og týsdag, og tá vóru færri enn 20 starvsfólk tilsamans, sum arbeiddu á Flogvøllinum, nú eru tey umleið 160. Ferðafólkatalið var um 50.000, og í fjør var tað meira enn 160.000.
Eisini er flogferðslan vorðin munandi meira reglulig, síðan nýggju innflúgvingarljósini blivu tikin í brúk.
Finnbogi er annars av Tvøroyri. Seinastu 25 árini hevur hann búð í Sørvági.