Hugnaløta við Una Arge í Posthúskjallara

Í sambandi við, at Uni Arge júst hevur givið út fløguna, ?Meldurtíð,? verður móttøka í Posthúsakjallaranum í Tórsgøtu í Havn fríggjadagin kl. 16.00.

Móttøkan verður skipað sum ein blandingur av framførslu, samrøðu og hugleiðing.

 

Uni Arge fer saman við Niclasi Johannesen, Jákupi Zachariassen, Kristoffuri Mørkøre og Maluni Eyðunsdóttir at spæla sangir av nýggju fløguni, og Birgir Kruse, útvarpsvertur við drúgvum royndum, fer at hava samrøðu við Una um fløguna.

 

Hugleiðingar um at geva út, ummæla og skriva tónleik verða eisini á móttøkuni.

 

Borðreitt verður við leskiligum bitum og drykkjum frá Michael Jensen.

 

Móttøkan verður fríggjadagin 10. juli kl. 16.00 í Posthúskjallaranum. Fløgan fæst til keyps.

 

Øll eru vælkomin sigur tónlistamaðurin í tíðindaskrivi.

 

 

 

________________________________________________________________________________

 

______________________________________________________________