Hugnaløta
Komandi leygardag verður hugnaløta í Bátasavninum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík. Á løtuni, sum byrjar klokkan 19, verður nógv áhugavert á skránni; klassiskur tónleikur, frágreiðing um søguna aftanfyri savnið, og somuleiðis verður kunnað um føroyskar fiskavørur.
Tað verða sveisisku systrarnar, Monika Stauss Joensen, sum býr í Leirvík og Andrea Stauss Hofmann, sum fara at undirhalda við violin og klaveri.
Jóannes Eliasen fer at greiða frá søguni aftanfyri Bátasavnið - og hesa søgu kennir hann væl, tí tað var pápi hansara, Klæmint Eliasen og Elias Eliasen, sum í sínari tíð bygdu húsið sum turkihús.
Úr Norðoyggjum kemur Jógvan Høj, stjóri á fiskavirkinum, Norðfra í Norðdepli. Hann er royndur innan hesa vinnu, sum hann at kalla er uppvaksin við í Árnafirði, har pápin, John Høj, hevur havt fiskavirki ein hálvan mansaldur.
Á hugnaløtuni fer Jógvan at greiða frá teimum vørum, sum Norðfra virkar, og høvið verður eisini til smakkiroyndir í steðginum.
Monika og Andrea
Monika Stauss Joensen er eitt kent navn innan klassiskan tónleik í Føroyum, og longu sum sjey og átta ára gamlar byrjaðu musikalsku sveisisku systrarnar at spæla ávikavist violin og klaver. Sum stórar smágentur bergtóku tær fólk við áhuga fyri kamartónleiki í Zurich.
Hvørt summar spæla tær saman á ymiskum støðum í Sveits, og nú í summar fara tær at hava konsert í heimlandinum, heilt har suðuri móti markinum til Italiu. Tær eru eisini bidnar um at spæla á einum sveisiskum luksushotelli í døgunum, 1.-6. august, og tað er júst í hesum sambandi, at Andrea, sum annars er organistur í sveisiskum kirkjum og undirvísir børnum í tónleiki, er í Føroyum og vitjar systir sína.
Úr Leirvík siga tey, at øll eru vælkomin í Bátasavnið, leygardagin klokkan 19.