Hugnaløta við fyrilestrum

Allan oktober mánað hevur Føroya Felag móti Krabbameini, eins og nógv onnur krabbameinsfeløg í londunum rundan um okkum, varpað ljós á bróstkrabba - hesa sjúkuna, sum rakar eina út av níggju kvinnum ella umleið 25 kvinnur í Føroyum um árið.
Bót til bata, sum er sjálvhjálparbólkur undir krabbameinsfelagnum við kvinnum, sum hava ella havt havt krabbamein í brósti, endar bróstmánaðin við almennum fyrilestrum á Hotel Hafnia.
Eliesar Olsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, heldur fyrilestur um skurðviðgerð av bróstkrabba. Eisini fer hann at røða um nýggjastu viðgerðarhættirnar og um møguleikar fyri at varðveita bróstini umframt endurnýggjan ella endurgerð av skurðviðgjørdum brósti.
Inga Poulsen Dam, prestur, heldur fyrilestur um lívsdygd í sambandi við lívshóttandi sjúku.
Paula Jespersen úr sangbólkinum Salt fer at syngja, og Arnvør á Torkildsheyggji spælir undir. Hugnaløtan verður á Hotel Hafnia leygardagin 29. oktober klokkan 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, Bót til Bata í tíðindaskrivi.