Fornminnisfelagið í Nes kommunu bjóðar til hugnaløtu í annaðkvøld klokkan 19 í veitsluhølinum á eldrasambýlinum Vesturskini á Toftum.
Á hugnaløtuni fer Jørleif Kúrberg at hugleiða um tíðina, tá hann sum barn var og ferðaðist hjá ommuni og abbanum á Nesi.
- Eisini verður borðhald, sangur og burturluting, og øll eru hjartaliga vælkomin til hugnaløtuna í annaðkvøld, sigur nevndin í Fornminnisfelagnum í Nes kommunu.










