Sunnudagin tann 21. mars klokkan 16.00 skipar Vágakórið fyri hugnaløtu í skúlahøllini á Giljanesi. Ymsik tiltøk verða á skránni.
Tað verður annað enn vanlig kórkonsert, tá Vágakórið um várjavndøgur fer at hava hugnaløtu á Giljanesi.
Sum vera man verður eisini sungið. Og tað verður bæði felagssangur, blandað kór og manskór, sum verða at hoyra.
Felagskórið fer at syngja nakrar kendar, føroyskar vársangir. Manskórið, ið er nýtt, fer at syngja heldur meira blandað. Okkurt amerikanskt Barber Shop lag, onkra svenska fólkavísu, Evert Taube verður at hoyra, og so eisini einar tvær føroyskar heilsur til kvinnuna.
Yrkingarnar á skránni verða ikki bara sungnar hendan dagin, uttan eisini lisnar upp.
Av øðrum undirhaldi verður esiini skipað fyri onkrum skemti, eins og ein kaffimunur verður at fáa á Giljanesi seinnapartin sunnudagin.
Atgongumerkið kostar 50,- krónur.