Hugnaløta fyri mæta listarmanninum Ingálvi av Reyni

Týskvøldið varð minnilig løta í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni. Eingin minni enn mæti listamaðurin Ingálvur av Reyni vitjaði hetta kvøldið. Hann var boðin til lítla hátíðarløtu í sambandi við, at Tryggingarfelagið hevði keypt málningin "Gjøgnum tíð og rúmdir", sum Ingálvur málaði í 2002. Hesin risi av einum málningi hongur nú á vegginum í tryggingarhølunum við síðuna av "lítla beiggja", sum fyritøkan keypti frá sama Ingálvi í 1947. Hesa sera hátíðarligu løtuna, har eisini familjan hjá Ingálvi varð hjástødd umframt starvsfólk í Tryggingini, sang og setti Dupultkvartettin í Ebenezer sín serstaka dám á. Stjórin í Tryggingarfelagnum, Gunnar í Liða takkaði listarmanninum fyri at hava tikið av tilboðnum at vera við til hugnaløtuna. Hann segði m.a.
- Góði Ingálvur. Tað er mær ein stór gleði, at tú vildi vísa okkum tann heiður, at koma oman á Tryggingina í dag. Stytsti dagur er í dag. Myrkt og illfýsið úti, men eg vóni at hetta verður ein fløvandi løta.
Sum listarmann eru tað nógv ið duga betur at lýsa títt lívsverk enn eg, men pápi tín Jens av Reyni var fyrsti stjóri her í felagnum - hann var stjóri frá 1940 til 1948 - so vit føla, at tú hevur eitt serligt tilknýti til Tryggingina, og tí eri eg sera fegin um, at Tryggingin herfyri ognaði sær myndina sum tú málaði í 2002 og gav heitið "Gjøgnum tíð og rúmdir."
Herfyri gjørdist mær greitt, at vit her á stovninum eisini eiga ein lítlan málning sum tú málaði í 1947, og sum hevur eitt heilt serligt tilknýti til okkara felag. Eg eri glaður um, at tú gavst tær tíð til at greiða okkum frá hesari søguni, og eisini at tú við tínum egnum orðum skrivaði um bakgrundina fyri tí nýggja málninginum.
Títt lívsverk hevur varandi virði, og vil vera ein støðug eggjan til okkum sum hava tann framíhjárætt at kunna arbeiða í einum umhvørvi har fleiri av tínum málningum hanga.
Síðani las hann upp tað, sum Ingálvur við egnum orðum skrivaði um nýggja málningin sum hann sum sagt gav heitið "Gjøgnum tíð og rúmdir." Og eftir tað lat hann yrkingina "Gjøgnum tíð og rúmdir", sum hann samtíðis helt vera eina fantastiska yrking.
Og Gunnar í Liða helt fram:
? Við síðuna av nýggja málninginum hava vit hongt ein lítlan málning, sum tú sum sagt málaði í 1947, og sum hevur eitt serligt tilknýti til Tryggingina. Eg fari at lata teg við egnum orðum, sum tú greiddi okkum frá á sera hugnaligari løtu heima hjá tær og Elsu herfyri. Ímyndið tykkum at vit sita og fáa ein kaffimunn í stovuni hjá Elsu og Ingálvi meðan prátað verður. Tit hoyra klirr av kaffikoppum, so umstøðurnar vóru heimligar. Eftir tað var bandupptøkan avspæld fyri teimum umleið 100 fólkunum, sum vóru hjástødd.
At enda takkaði stjóprin Ingálvi fyri alt tað sum hann hevur givið okkum øllum, ynskti honum hjartaliga tillukku við 84 ára føðingardegnum ið var leygardagin og ynskti honum og hansara eini gleðilig jól.