Hugnaløta
Vágar:Vága Pensionistafelag beyð til samkomu á Ellisheiminum í Miðvági sunnukvøldið. Ymiskt var til undirhalds og fólk høvdu tað hugnaligt.
Vága Pensionistafelag plagar at skipa fyri ymsum hugnaligum samkomum, og hendan var ein teirra. Onkur, sum við var, helt, at saktans kundu tó fleiri fólk møtt upp. Eini 40 mundu tey vera í tali, sum komin vóru saman í samkomuhøllini á Ellisheiminum.
Har var bæði fortalt og sungið, eins og prátað varð, og burturluting eisini var á skránni.
Hugo Fjørðoy í Sørvági, sum er ein av pionerunum innan føroyska flúgving, segði á samkomuni frá um hvussu tað var, tá byrjað varð at flúgva regluliga til Føroya.
Seinastu tíðina hevur stórur partur av tosinum i Vágum verið um tunnil og samband um Vestmannasund. Eisini eru framsýnignar gjørdar um samferðsluna, eins og hon er lýst aðrastaðni við.
Heini F. Petersen, fyrrverandi lærari í Sandavági, var á samkomuni og greiddi frá ymiskum, sum hevði við ferðasambandið og postflutningin vestur í Vágar at gera.
Vága Pensionistafelag er við í verkætlan um at byggja eldraíbúðir í Vágum. Formaðurin í Felagskommununi í Vágum, Jónhild Jørgensen, greiddi frá hesi ætlan og møguligari útbygging av Ellisheiminum.
Sungið varð dúgliga, og bæði guitarin og harmonikan spældu undir. Eisini varð burturluting, tí sum vera man hevur eitthvørt flag, eisini pensionistafelag, brúk fyri pengum.
Einar tríggjar tímar vardi hugnaløtan á Ellisheiminum sunnukvøldið, og fólk fóru væl nøgd aftur at húsum.










