Hugnaløta í Bátasavninum í Leirvík

Í annaðkvøld klokkan 20 verður konsert og hugnaløta í áhugaverda og forvitnisliga Bátasavninum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík

Hugnaløta

Tað verða kendu andlitini innan violin-og guitartónleik, Monika Stauss og Ólavur Jakobsen, sum fara at hava konsertina, Osmundur fer sjálvur at greiða frá savninum og hugleiða um bátar, reiðskap og annað. Ein annar leirvíkingur, Jógvan Elias Joensen, fer at lesa upp egnar yrkingar. Tað er eisini Jógvan Elias, sum hevur skrivað Leirvíkssangin.

Gamla tíðin

Í Bátasavninum í Leirvík standa fimm gamlir bátar,
harav fýra eru bygdir í Leirvík. Hetta eru bátar í fleiri støddum, úr 8-mannafari niður í trist. Teir fýra bátarnir eru bygdir av gamla Óla bónda og Símuni Jóhan.
Í miðhæddini í Bátasavninum í Leirvík, har bátarnir standa, hongur eisini størsti málningur, sum Sámal Toftanes hevur málað. Hesin er meira enn 10 fermetrar stórur og ímyndar Leirvíksbygd á teimum døgum, tá ið hesir bátarnir vóru ein partur av grundarlagnum undir bygdini. Í savninum eru eisini fleiri aðrir málningar.
Bátasavnið í Leirvík er eitt rættiligt mentanarsavn, har fleiri og fleiri tiltøk verða hildin, og fleiri og fleiri fólk vitja.

Monika og Ólavur

Tey bæði, Monika Stauss og Ólavur Jakobsen, hava bæði drúgvar royndir innan tónleik. Monika er ikki minst kend frá Symfoniorkestrinum, og Ólavur er serliga kendur úr bólkinum, Aldubáruni. Tey hava bæði havt framførslur saman og saman við øðrum. Nú hava tey so konsertir saman, og eitt nú hava tey framført í Klingruni í Norðurlandahúsinum ? og í annaðkvøld verða tey so at hoyra í Bátasavninum í Leirvík á violin og guitara.