Hugnakvøld
Ólavsøkuaftan, mikudagin, verður hugnakvøld í viðarlundini á Tvøroyri. Klokkan 17 verður tann stóra grillin tendrað og har kunnu fólk so steikja tað, teimum lystir. Fólk hava sjálvi tað við, sum tey ætla at steikja.
Ætlanin er eisini at hava Grønu Sangbók við.
Men tað verða eisini ross inni í viðalundini hetta kvøldið og tá ber eisini til hjá børnunum at sleppa ein túr á hestbaki.
Hetta er eitt tiltak, sum hevur verið í fleiri ár og har plaga heilt nógv fólk at koma saman.










