Hugnaðu sær á OL-degnum

Stórtur OL-dagur hevur verið í Gundadali seinnapartin.

Øll børn, sum eru í frítíðarskúlaskipanini hjá Tórshavnar kommunu, hava dystast á ymiskum rørslupostum.

Dagurin byrjaði við at børnini og starvsfólkini møttu í stóra skýlinum á ovara vølli í Gundadali. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti OL-dagin, og beint eftir setanina fóru børnini, ið vóru eini 650 í tali, at dystast.

Børnini vóru býtt í bólkar eini 10-12 børn í hvørjum bólki. Børnini sluppu at royna seg á ymsum banum og millum annað royndu tey seg í hokckeydysti, at koyra mánabilar, ymiskum øðrvísi stafettum, dystaðust í indianarbólti og ymiskum øðrum leikum.

Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri rørsludegnum.