Hugmóð í samgonguni

At samgongan framvegis stendur fast við ætlanina at skatta pensjónir við inngjald, ber boð um eina fullkomna hugmóð.

Tað heldur Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum.

Hon vísir á, at Fíggjarmálaráðið og pensjónsnýskipanarbólkurin mæla staðiliga frá, at uppskotið um at skatta pensjónsinngjøldini verður framt.

- Frámælið er m.a. grundað á, at fólk helst fara at hava minni hug at spara saman, og at fíggjarligu framtíðaravleiðingarnar kunnu gerast álvarsamar.

- Men hugmóðin í samgonguni er fullkomin, tí tað tekur samgongan ikki til eftirtektar.

- Samgongan heldur fram at arbeiða við uppskotinum, og í vikuni segði Jørgin enn einaferð, at miðað verður ímóti at seta í verk flatskattaskipanina á nýggjárinum.

Majbrott Mohr vísir á, at limir í Almanna- og heilsurøktarafelagnum hava í skjótt fjøruti ár rindað inn til sína egnu pensjón.

- Sjálvandi skulu vit rinda skatt av útgjaldinum, soleiðis at vit við skattinum í framtíðini framhaldandi kunnu fíggja part av almennu tænastunum.

- Gera vit ikki tað, koma enn fleiri pengar at mangla í almanna- og heilsuverkinum um 20 – 30 ár.

- Tá fara vit at noyðast antin at rinda skatt einferð afturat av okkara pensjónum, ella at gjalda fyri allar almanna- og heilsutænastur. Kanska noyðast vit at gera bæði, heldur forkvinnan i Almanna- og heilsurøktarfelagnum.