Hugleiðingarnar hjá Hans Paula Strøm um viðurskiftini á sjúkrahúsunum

(Grein í Sosialinum 09.04.08)

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Sonja Nielsen, næstforkvinna

_________________________________

 

 

Í samband við fíggjarlógina fyri 2008 hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum nakrar hugleiðingar um viðurskiftini á sjúkrahúsunum. Hesar hugleiðingar eru ov eintáttaðar og kunnu ikki standa uttan viðmerking.

Hans Pauli Strøm grundgevur fyri meirnýtsluna á sjúkrahúsverkinum. Hann sigur m.a., at avloysarar hava kostað 4,2 mió., tí at tað hevur verið trupult at manna serstøku førleikakrevjandi størvini innan sjúkrarøkt á intensiva og neonatala økinum. Her vanta spurningar t.d, hví tað mangla førleikar á hesum økjum júst nú. Kann vánaligur trivnaður, ov stórt arbeiðstrýst, umlegginar av deildum o.t. vera orsøkin?

 

Meirnýtslan á Landssjúkrahúsinum

Eisini sigur Hans Pauli Strøm, at eyka útreiðslur hava verið av øktari sjúkufráveru, og hetta stavar frá tí ágangi og negativu umrøðu, ið Landssjúkrahúsið hevur verið fyri. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum eigur at minnast, at negativa umrøðan kom av, at sjúklingurin ikki fekk ta viðgerð og røkt, hann hevði krav á. Hetta var vegna ov stórt arbeiðstrýst, har starvsfólkið ikki náddi allar uppgávur, hóast tey stríddust meira enn rímiligt er. Eg meti ikki, at sjúkufráveran er orsakað av negativu umrøðuni, men hinvegin ein avleiðing av, at krøvini til starvsfólkið eru órímiliga høg, og tí vil strongd verða høvuðsorsøkin fyri sjúkufráveru. Tað er almenn vitan innan nútímans leiðslu, at sjúkufrávera er eitt høvuðsbarometur fyri, hvussu eitt arbeiðpláss virkar, og hvussu starvsfólkini trívast. Vit noyðast at kalla ein spaka fyri ein spaka og viðurkenna sjúkufráveruna fyri tað, hon er, nemliga at tað illa ber til at vinda meira úr starvsfólkunum, sum virka undir alt ov hørðum trýsti.

Hans Pauli Strøm hugleiðir um avleiðingarnar av, um politisku myndugleikarnir ikki fara at viðurkenna kostnaðin av sjúkrahúsverkinum. Her má tann politiski myndugleikin hava dirvi til at peika á, hvørjar funktiónir skulu burtur, um peningur ikki verður játtaður. Skal tað verða krabbameinsviðgerð, seingjardeildir, psykiatriska økið ella okkurt heilt annað, vit skulu vera fyriuttan? Við avmarkaðari játtan fæst eisini avmarkað viðgerð og røkt.

 

Framtíðar heilsuverk

Hans Pauli Strøm nýtir “Álitið um framtíðar heilsuverk” sum loysnina fyri allar trupulleikar, sum eru í sjúkrahúsverkinum. Ávarast skal ímóti at nýta álitið í verandi líki. Her eru stórar andsøgnir í, sum krevja neyva viðgerð. Tann politiski málsetningurin í álitinum umfatar eitt sjúkrahúsverk, har málið er dygdargóð og skjót viðgerð. Sjúkrahúsverk uttan røktaraspektið er órealistiskt og óseriøst. Undrist yvir um tað politiskt ikki eru krøv og ynskir um dygdargóða sjúkrarøkt, tí uttan hesa er eingin viðgerð. Ella er hetta kanska útrykk fyri politiskari óvitan?

 

Dygdin í hásæti

Í øllum álitinum verður tosað um dygd. Høgan yrkiligan standard, heild í sjúklingagongdini, minst møguligur váði fyri sjúklingin, høgt sjúklinganøgdsemi v.m. Hvat meinast tað við, tá tosað verður um høgan yrkisligan standard? Tað má umfata so dugnaligt og vælútbúgvi fólk sum gjørligt, so dygdin kemur sjúklinginum til góðar. Tað verður skrivað, at starvsfólkini veita ta tænastu og tí viðgerð, ið livir upp til altjóða faklig krøv um høga dygd. Hetta eru beinleiðis argumentir fyri, at besta dygdin fæst við so væl útbúnum starvsfólki sum gjørligt. Fyri sjúkrarøkt er hetta sjúkrarøktarfrøðingar. Um aðrir fakbólkar, ið hava lægri útbúgving, skulu útinna sjúkrarøkt, so krevur hetta bert uppaftur betri normering. Eitt starvsfólk við aðrari útbúgvin, kann aldrin virka ístaðin fyri ein sjúkrarøktarfrøðing, tí aðrir røktarbólkar hava náttúrligar fakligar avmarkingar í førleikanum, og tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingunum er altíð tilstaðar. T.v.s at fleiri røktarstarvsfólk skulu virka fyri hvønn sjúkrarøktarfrøðing. Lítil og eingin munur er á lønini, so grundgevingarnar halta fyri at flyta fakmørkini.

 

Fakmørk flytast

Tá sjúklinganøgdsemi verður lýst, so eru avgerðandi faktorar skrivlig og munnlig kunning, kontaktpersónar, innleggingar og útskrivingarsamrøður, heilsufremjandi og sjúkufyrbyrgjandi tiltøk v. m. Alt hetta eru kjarnuøkir innan sjúkrarøkt, og fer hetta at seta bæði kvalitativ og kvantitativ krøv til sjúkrarøktina og sjúkrarøktarfrøðingar.

Tá tilhoyrandi tilmælið ljóða at “Fakmørkini skulu flytast uppeftir”, og lægri útbúgvin røktarfólk skulu yvirtaka ávísar uppgávur, so slepst ikki undan, at hetta er í andsøgn við ta dygd, sum tilmælt verður allan vegin gjøgnum. Minst til, tey søgdu dygd = høgur yrkisligur standardur. Tað er sera ólogiskt, at tað ikki verður tilmælt, at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og taka fleiri flokkar inn um ár, í staðin fyri at “flyta fakmørk uppeftir”. Her fær sjúkrarøktin ein viðgerðandi leiklut og aðrir fakbólkar mugu útinna sjúkrarøkt. Tað verður eisini nevnt, at sjuklingasamansetingin, broytist til eldri, røktartyngri og sjúkari sjúklingar, sum so aftur setur fleiri og økt krøv til sjúkrarøkt.

Eisini verður tilmælt, at taka fleiri sergreinir heim, sum síðan setur somu krøv til sjúkrarøkt.

Tað verður eisini tikið fram, um tann tilvitaða sjúklingin, sum bæði hevur høga vitan og setir hægri krøv til heilsuverkið, talar eisini fyri, at so væl útbúgvin fólk sum gjørligt eru neyðug fyri at veita hansara tørv. Nevnt verður, at sjúklingar við kroniskum sjúkum, hava tørv á heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøkum. Hetta er sjúkrarøkt.

So alt í alt, eru gjøgnumgangandi í øllum álitinum, grundgevingar fyri, hvat dygd merkir, og týdningin av væl útbúnum starvsfólki. Tað sýnist sera løgið, at tað ikki verður tilmælt at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar. Dygdarkrøv, høgur fakligur standardur, og sjúklinganøgdsemi vísa á grundgevingar fyri tørvin á væl kvalificeraðum sjúkrarøktarfrøðingum.

 

3 streingjað leiðsla

Tá Hans Pauli Strøm vil endurskoða leiðslubygnaðin við 3 streingjaðari leiðslu, so skal hann minnast á, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall fyri at fáa sjúkrarøktina umboðaða í leiðsluni. Tá sjúkrarøktin er við sviðusoð í dag, so verður støðan bert verri, um sjúkrarøktin onga rødd hevur í leiðsluni. Okkara fakligu grundgevingar og sjónarmið mugu hoyrast á ovastu rók, annars versna umstøðurnar innan sjúkrarøktina munandi, og sjúklingurin verður ikki tryggjaður dygdargóða sjúkrarøkt. Avleiðingarnar eru longri innlegging, fleiri komplikatiónir og hægri deyðiligheit. Og til orðaval, ið politikkarir skilja – tað kostar nógv, ikki bert í menniskjalagnum, men eisini í krónum og oyrum.

Ynskiligt hevði verið, at landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum, hevði eitt fleirtáttað sjónarmið um viðurskiftini á heilsuverkinum.