Hugleiðingar um Jósef og dreymar hansara

   

Róland í Skorini
???????????????

Jósef ? dreymar
í dur og mol

Sveisiski psykoanalytikarin Carl Gustav Jung (1875 - 1961) segði:"Menniskjað líður, so leingi tað ikki torir at svimja í lívsins kaotiska streymi."

Mundi Jósef fara at drukna ella læra at svimja í mótstreyminum?
Sum unglingi hevði Jósef dreymar, sum vaktu øvund og hatur. Pápin var betri við hann enn við hinar brøður hansara og gav honum litfagran, fótsíðan kyrtil; samstundis deildi og skeldaði hann Jósef, tí hann droymdi hugmóðigar dreymar, sum hann ikki kundi dylja. Øvundin og hatrið hjá brøðrunum bara vaks. At enda hataðu og øvundaðu teir hann so, at teir ætlaðu at drepa hann. Teir blakaðu hann ístaðin fyrst í brunn í oyðimørkini, men síðani seldu teir hann til Egyptalands fyri 20 seklar av silvuri. Potifar, hirðmaður og høvdingi yvir lívvakt Faraos, keypti hann sum træl. Kona Potifar lokkaði, snýtti og baktalaði hann, so at Potifar at enda setti hann í fangahús. Alt, sum hendi, var óvæntað, óútrokniligt, ófatiligt. Hetta var ikki tað, Jósef hevði roknað við, og als ikki tað, hann hevði droymt um. Hetta var tað øvugta, og so var tað møguliga als ikki hent, um hann bara ikki hevði droymt. Var lívið ikki órættvíst? Var tað ikki meiningsleyst? Hevði lív hansara kortini onki endamál? Nú vóru allir dreymar brostnir. Alt tyktist sum ein óloysilig gáta í fongslinum og myrkrinum. Jósef mátti spyrja hví.

Franski rithøvundin og heimspekingurin Jean-Jacques Rousseau (1712-1778) segði: "Lutur okkara er líðing í øllum lívsins leiklutum".

Mundi Jósef fara at læra, at líðingin er ein partur av lívinum, at vit verða fødd gjøgnum líðing, at lív sprettur av deyða?
Ella fór hann at gerast offur fyri absurditetinum? Skuldi hann sleppa øllum sínum dreymum? Ella fór hann, sum finski heilsugranskarin og professarin dr. Katie Eriksson sigur, "at skapa eina symfoni í dur og mol við gleði, lívi, líðing, sorg og pínu"? Kanska fóru onnur at lurta eftir symfoniini, kanska fóru tey at lurta meir, av tí at hon ikki bara var í dur, men eisini í mol.
Kanska fór onkur at tora at droyma og trúgva uppá, at tað ber til at liva lívið við dreymum hóast øvund, hatur, svik og kaos. Kanska var veruleikin fjaldur í dreyminum.
Men uttan trúgv á dreymin hevði Jósef onga framtíð. Hóast fortíðin lá í knúsi í fongsli og myrkri, tordi Jósef kortini at trúgva upp á dreymin. Fyri Jósefi var dreymurin ein veruleiki í framtíðini, sum vann á øvund og hatri í nútíðini.
??????????

Jósef ? dreymur og lívsins gáta
Longu 17 ára gamal upplivdi Jósef lívsins torføru gátu. Hví skuldi hann droyma um framtíðina, dreymar, sum góvu honum trupulleikar, sum vaktu øvund og hatur? Tað hevði verið lættari ikki at sagt nøkrum frá dreymunum, og tað lættasta hevði verið ongar dreymar at havt.


Lívið - ein gáta at loysa
Eyðmýkjandi upplivingar - ein fyri og onnur eftir - noyddu Jósef at spyrja, hví lívið var so órættvíst, fløkt og óútrokniligt - ein óloysilig gáta. Kortini var tað ein avbjóðing, at lívið hóast alt hevði so nógvar fløktar gátur at loysa. Tað, sum hendi, var kanska ikki bara tilvild. At lívið var absurd, fáfongd ella tómleiki, noktaði hann at trúgva. Tað var skapanin ov stór og ov hugtakandi til. Tað vóru dreymarnir ov ríkir og spennandi til. Hann kendi ov væl setningin, at í upphavi skapaði Gud kosmos úr kaos, at í upphavi var logos. Ein gáta er jú ikki ein gáta, um hon ikki hevur eina loysn. Tað gjørdi kanska onki, um hann ikki visti svarið beinanvegin. Lívið var jú ein verulig gáta. Jú torførari, jú betri. So hevði lívið eins og gátan eisini eina loysn, eitt svar. Hann slapp sjálvur at vera við at skapa loysnina, at gita gátuna. Hann kendi tað sum sína egnu ábyrgd at loysa sína egnu lívsgátu.

Lívsins gáta - ein eksistentiell avbjóðing
Jósef hugsaði: "Hví gav pápi mær litfagra dreymakotið? Eg bað ikki um tað! Hví hata brøður mínir meg fyri tað? Eg kann ikki gera við tað! Eg fari kortini við mati til teirra at hjálpa teimum. Eg skilji ikki øvund og hatur, nú eg eri á veg at hjálpa. Hví er alt so rangvørgt?"
"Hví skal eg lúgva fyri mær sjálvum og øðrum og ikki siga nøkrum frá mínum dreymum og hugsjónum, hóast eg ikki veit sjálvur, hvørjar líðingar hugsjónirnar leiða meg útí?"
"Hví taka teir meg og tveita meg í brunnin í oyðimørkini? Hví siti eg í myrkrinum, einsamallur og hjálparleysur? Er tað tí, eg var ærligur og segði frá mínum dreymum? Tað skuldi eg kanska ikki havt gjørt! Hetta er ein óloysilig gáta!"
"Hví selja mínir egnu brøður meg til Egyptalands? Hvør er meiningin? Hví vilja teir mær so ilt? Eg skilji onki av nøkrum. Hví hevur øvundin slíkt vald?
"Hví verði eg seldur sum trælur? Hví skuldi júst eg møta eini kvinnu, sum snýtti meg? Sum eggjaði Potifar at blaka meg í fongsul? Hvussu langt niður ber til at søkka?"
"Hví gloymdi yvirskeinkjarin meg, hóast eg hjálpti honum í neyðini í fongslinum"?
Alt var ein gáta. Lívið sjálvt var ein gáta fyri Jósefi! Men tað var gott, at lívið kortini var ein gáta, tí so visti hann eisini nakað meir - at gátan mátti og kundi loysast. Tað var spennandi! Og dreymurin gav honum neyðugu orkuna at halda á at loysa gátuna!
???????????????????????

Jósef ? dreymurin ein veruleiki í framtíðini
Politikarin og juristurin Thomas Jefferson (1743 - 1826), sum gjørdist triði amerikanski forsetin, og sum í 1776 skrivaði Amerikansku Frælsisyvirlýsingina, segði: "Mær dámar betur dreymar um framtíðina enn søguna um fortíðina."

Ger dreym til veruleika
Jósef er kendur fyri gjøgnum dreymin at síggja ætlan og endamál fyri framman í royndum og líðing. Ígjøgnum dreymin at broyta søguna. Hansara filosofiska grundarlag byggir á hugsanina um, at í upphavi skapaði Gud himmal og jørð, tvs. kosmos. Orðið "skapan" merkir at gera kosmos burtur úr kaos. Tað var henda skapandi mátt, hann sá og sjálvur brúkti at vinna á tí kaos, hann so mangan upplivdi. Hann sær hin guddómliga máttin aftan fyri og í øllum. Mátturin vinnur á óndskapi og órættvísi. Sum trælur tók hann ábyrgd og vann sær so stórt álit og ávirkan, at hann enntá kundi broyta givnu umstøðurnar og venda gongdini hjá Potifar, hirðmanni og høvdinga yvir lívvakt Faraos. Í næstu løtu verður hann kortini órættvíst blakaður í fongsul, men aftur her ger hann seg galdandi ínnanífrá í fongslinum, aftur fær hann avgerandi ávirkan. Hann er sum ein annar Nelson Mandela, sum ger dreym til veruleika.

Dreymarnir - dramatiskur veruleiki
Við sínum egnu dreymum hevði Jósef eisini serligt sálarfrøðiligt innlit í loynivitskuna hjá sínum medfangum. Ein morgun í fongslinum sær hann, at tveir av fangunum hava mist alla vón. Tá sigur hann við teir: "Hví síggja tit so sorgarbundnir út í dag?" Teir svaraðu: "Vit hava droymt, og ongin er, sum kann týða tað!" Jósef tekur dreymaverðina í loynivitskuni hjá sínum medfangum í fullum álvara. Men dreymarnir eru so torførir at tulka, at Jósef má transsendera, fara út um tað vanligu fysisku, materialistisku tilverutulkingina, og sigur: "Hoyrir tað ikki Gudi til at týða dreymar! - Latið meg hoyra tað, ið tit hava droymt!" Aftur síggja vit, at hann hevur eitt náttúrligt samband við hin skapandi máttin. Hann týðir persónligu dreymar bakarans og skeinkjarans. Dreymarnir gerast dramatiskur veruleiki.

Dreymar broyta framtíðina og veruleikan
Jósef er eisini kendur fyri at týða politisku dreymar Faraos. Tí telist hann millum mest týðandi økonomisku ráðgevarar í fornsøguni og verður mangan enn brúktur sum fyrimynd. Í dreymi sær Farao fyrst 7 feitar og vakrar kýr koma upp úr Nilá, síðan sær hann 7 ljótar og rak kýr koma upp. Tær 7 rak ótu tær 7 feitu. Farao vaknar í døpurhuga. Ongin er førur fyri at týða dreymarnar uttan Jósef. Men tað áhugaverda er, at Jósef aftur sigur: "... tað, ið Gud ætlar at gera, hevur hann latið Farao vita..." So heldur Jósef á og sigur: "Tað koma 7 ár við ovurnøgd um alt Egyptaland. Men aftaná koma 7 hungursár... Tí er best hesi góðu árini, ið koma, at savna saman korn. Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey 7 hungursárini, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum." Hetta er realistiskur, økonomiskur politikkur, hetta er framrokning næstu 14 árini. Hann roknar við ringast møguligu afturgongd ein part av tíðini og setir neyðugu fyribyrgjandi tiltøkini í verk, meðan tíð er. Hetta kundu Føroya Landsstýri og Fíggjarmálaráðið lagt sær í geyma. Dreymarnir broyta framtíðina.

Kendi stríðsmaðurin fyri borgararættindum teirra svørtu og nobelfriðarprísvinnarin
Martin Luther King (1929 - 1968) segði: "Eg havi ein dreym, at einaferð ....... fara synir trælanna og synir trælaharranna at sita saman sum brøður um borðið..." King livdi og doyði fyri dreymin, tí gjørdist dreymurin veruleiki.

Jósef setir dreymarnar inn í eina størri, kosmiska lívsheild, sum gevur meining, hóast atsókn, kaos, líðing og deyða. Orsøkin er, at hann roknar við, at hann livir í tí guddómliga, skapandi, kosmiska máttinum, sum hann sjálvur er ein partur av, men sum hann eisini kann ávirka. Dreymurin er ein veruleiki fyri framman, sum verdur er at liva og doyggja fyri. Dreymurin broytir framtíðina og tí eisini veruleikan.
?????????????????????

Jósef ? tað ber til at drepa droymaran, men ikki dreymin
Kendi suðurafrikanski erkabiskuppurin Desmond Tutu (f. 1931) segði, at vit mugu taka eitrið úr ormabitinum við sannleikanum, men vit mugu grøða sárið við fyrigevingini.

Sannleikin sterkari enn lygnin
Jósef hevði ein dreym, sum ikki kundi avlívast við eini lygn. Sannleikin vann á lygnini, men tað kostaði líðing, stríð og áhaldni.
Søgan um Jósef er søgan um, hvussu sannleikin verður gjørdur til lygn, og hvussu seiglívað og oyðileggjandi lygnin er. Lygnin verður harafturat til lívslygn. Men hetta er eisini søgan um, at sannleikin at enda vinnur á lygnini. Tá krevst tó meir enn bara sannleikin til at vinna sær megi til at koma burtur úr misálitinum - til tað krevst hin nýskapandi mátturin, sum gevur seg til kennar gjøgnum fyrigeving og náði.
Danski religiónsfilosoffurin og teologurin Knud Ejler Løgstrup (1905 - 1981) greinar sambandið millum sannleika og lygn. Hann sigur, at tú kanst ikki lúgva uttan fyrst at hugsa um sannleikan; men tú kanst saktans siga sannleikan uttan fyrst at hugsa um at lúgva. Sannleikin upplivist altíð fyrst í samvitskuni, so kemur lygnin. Lygnin snultar - hon livir av sannleikanum. Sannleikin er primer uppliving, lygnin er sekunder uppliving.
Kærleikin bjargar tí góða lívinum
Dreymur Jósefs var so sterkur, at hann mátti avnoktast. Dreymurin um, at Jósef einaferð fór at bjarga allari ættini undan hungursneyð og deyða mátti avlívast. Hann var ov hugmóðigur, kravdi ov stórt sjálvsálit, var so eyðmýkjandi. Tí mátti dreymurin drepast. Tað kundi bert gerast við at drepa Jósef sjálvan. Men sannleikans máttur í samvitskuni hjá brøðrum Jósefs vann at enda. Teir seldu Jósef, men søgdu við pápan, at eitt djór hevði dripið hann. So var dreymurin avlívaður við eini lygn, hildu teir. Men hvussu er dagliga at liva lívið við eini lygn? Brøðurnir søgdu: " Komið latið okkum nú drepa hann?" Tað ber til at drepa droymaran, men ikki dreymin. Nógvir sannleikans droymarar eru vorðnir dripnir, men dreymurin um sannleikan doyr ongantíð. Bert ein óvæntað hungursneyð kundi nú tvinga sannleikan fram. Lygnin var sterk, men kortini ov veik til at tola hungursneyðina. Í hungursneyðini er tað sannleikin, sum er hin sterkari mátturin, men tá eru tað kortini bert kærleikin og fyrigevingin, sum kunnu bjarga tí góða lívinum at halda á.

Sannleiki og fyrigeving vinna á lygn og órættvísi
Brøðurnir lugu fyri Jákupi, pápanum, so at hann segðí: " Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín". Nógv ár seinni mitt undir hungursneyðini søgdu teir beint upp í eyguni á sjálvum Jósefi, sum teir ikki kendu aftur: "Vit eru ærligir menn?.Jósef er ikki til longur". Ikki fyrr enn hungursneyðin hóttir teirra egna lív, siga brøðurnir: "Sanniliga, nú mugu vit bøta? vit sóu sálarangist hansara? tí kemur henda neyð á okkum." Seinni sigur Juda við Jósef: "Hvussu skulu vit rættvísgera okkum! Gud hevur funnið misgerð tænara tína!". Kortini heldur Juda á at lúgva: "Ja, vit eiga ein gamlan faðir?bróðir (Jósef) henda sonin (Benjamin) er deyður?"
Men so koma vit til tað etiska hæddarpunktið í stríðnum millum sannleikan og lygnina. Tað er, tá Jósef sjálvur sigur brøðrum sínum sannleikan um seg sjálvan. Teir vóru deyðaræddir, nú trúðu teir síni egnu lygn, at Jósef var deyður, í minsta lagi horvin. Teir droymdu ikki um at síggja Jósef aftur. Nú stendur sannleikin persónifiseraður beint fyri eygum teirra og sigur: "Eg eri Jósef! Bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands." Nú kundu dómurin og hevndin lættliga avgjørt stríðið. Men Jósef transsenderar enn einaferð, hann flytur sakina av tí juridiska pallinum yvir á tann etiska, andaliga pallin, so at kærleikin fær síðsta orðið. Jósef sigur við brøður sínar: "?til at bjarga lívum hevur Gud sent meg higar undan tykkum?.Tit høvdu ilt í huga móti mær; men Gud hevði í huga at venda tað til gott - fyri at lata henda tað, ið nú hevur hent, og halda nógvum fólkum á lívi." So leyp Jósef um hálsin á bróður sínum Benjamin og græt, og Benjamin græt í ørmum hansara. Og hann kysti allar brøður sínar." Hetta var ikki lagnutrúgv, men gudstrúgv, tí Jósef hevði tikið ábyrgdina av sínum egnu dreymum.
Í Suðurafrika dugdi Desmond Tutu at síggja, at hatrið eftir apartheid bert kundi temjast við sáttargerð, bygd á sannleika og fyrigeving. Tí varð Desmond Tutu valdur til formann í "The Truth and Reconciliation Commission". 7 000 fólk komu fram fyri nevndina og søgdu sannleikan um teir ræðuleikar og brotsverk, tey høvdu framt, og bóðu um amnesti. 14 000 offur søgdu frá síni líðingarsøgu. 3 500 síður vórðu skrivaðar um sannleikan og fyrigevingina. Hetta var við til at bjarga landinum undan borgarakríggi.
Jósef bar ikki í bøtuflaka fyri lygn og órættvísi, hann vann á lygn og órættvísi við sannleika og fyrigeving.