Ólavur Hátún
??????????
Tá ið talan er um tónleik í Føroyum, hevur tað undrað, at vit her í landinum ongi ljóðføri hava havt og tí ongan serføroyskan instrumentalan tónleik eiga frá eldri tíð. Ymsir tankar hava verið frammi um, hví so hevur verið. "Ongin viðavøkstur og tí onki tilfar til ljóðføri", heldur onkur. Neyvan man tað vera orsøkin, tí føroyingar hava smíðað bæði hús og bátar og ikki so lítið av amboðum og búnyttum, so saktans høvdu viðasprek verið fyri hond til eisini tónleikatól. "Vit vóru so fjarskotnir, høvdu lítið og onki samband við umheimin í teirri tíð, tá instrumentalur tónleikur hevði tikið seg upp inni á meginlandinum". Nei, siga søgumenn, sambandið fyrst og fremst við móðurlandið Norra var ikki so vánaligt sjálvt í teirri myrku miðøld, og hygg at íslendingum, teir høvdu jú síni langspil, sum við sínum sermerkjum sipa til samband við kontinentalan tónleik.
Nei, man ikki orsøkin til, at ljóðføristónleikur ikki hevur vunnið sær ræsur inn í føroyskt mentanarlív í gomlum døgum heldur vera tann, at tað sangliga og tá helst kvøðingin, frásøgnin í kvæðunum og tann eggjandi kvæðarytman hava havt slíkt tak á fólki her, at tað ikki hevur verið rúmd fyri øðrum? Tann allmikli kvæðaarvurin frá miðøld og upp gjøgnum øldir, sum Emil Thomsen við sínari snotiligu heildarútgávu nú hevur gjørt almanna atkomiligan, man bera sín greiða boðskap um tann møguleikan.
Tá ið nýtt tíðarrák fór at bera við eisini her hjá okkum fyri um 200 árum síðan, var tað tí eisini natúrligt, at tað var kvæðayrkingin, sum fekk sína endurføðing. Við næsta tíðarhvarv fram móti næstseinasta aldarskifti var tað framhaldandi gamli kvæðastílurin, sum eyðkendi nýføroyska skaldskapin og sangmentanina. Men um hetta mundið fóru eisini nýggir tónar at ljóma í samkomum føroyinga mill-um, sangir við meira nýtíðarligum sniði og oftast til útlendskt, helst norðurlendsk løg, men við rótføroyskum innihaldi. Slóðari í hesari nýggju leið mundi vera Fríðrikur Petersen, seinni Føroya próstur, sum hóast tað lítla í vavi, sum hann skaldsliga legði úr hondum, man vera at rokna sum kanska tann fremsti millum okkara fosturlandsyrkjarar. Men illa slepst undan í hesum sambandi at bera við tað vanlukkuliga, at júst hesin edilingur saman við øðrum mentanarligum undangongumonnum hálsaði so heilt um í sínum hugsjónum, tá tvídráttur um tjóðskaparligu viðurskiftini í Føroyum tók seg upp. Ikki bert tagnaði skaldarøddin, men hesir góðu menn gjørdust meinastu mótstøðingar móti fullari viðurkenning av máli okkara.
Hetta verður ikki nevnt til tess at skemma minni um mætar menn; men júst tann politiska viðferð, sum føroyskum máli varð fyri, gjørdist tann brandur, sum meira enn nakað birti upp til ta tjóðskaraligu veking í Føroyum, sum júst Songbók Føroya Fólks er ímyndin av. Ikki mundi tað vera av tilvild, at hesin hornasteinur í føroyskum mentanarlívi, kom út á fyrsta sinni í 1913, árið eftir at løgtingsmenn høvdu samtykt eina 7. lógargrein, sum álvarsliga skerdi móðurmálsins rættindi innan kirkju- og skúlagátt. Heldur ikki var tað nøkur tilvild, at tað júst var háskúlamaðurin Rasmus Rasmussen, sum var ein stigtakarin til hesa útgávu. Tí frá fyrsta stovningardegi í 1899 var Føroya Fólkaháskúli aðal grúgvusteinurin til mentanarliga menning í Føroyum. Her varð talað og sungið á føroyskum, og her komu teir allir til orða : I. P. Gregoriussen, Rasmus Effersøe, áðurnevndi Fríðrikur Petersen, Jóannes Patursson, skaldabrøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus, háskúlamenninir sjálvir Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, Mikkjal á Ryggi, Jákup Dahl, Nyholm Debes og aðrir fleiri við teimum. Hesin háskúlasangur gav endurljóð millum ungdóm og við samkomur úti um landið, og hóast málsliga haftið so ljómaði hann eisini innan skúlaveggir víða hvar.
Mín egna sangliga tilvitan hevur eisini støði í Songbók Føroya Fólks. Minnist tær slitnu sangbøkurnar í Kvívíkar skúla, tá ið vit komu hagar. Vermóðir Jóhanna Jensen, sum var lærari har undan pápa mínum, var ikki sangari; men eg hoyrdi seinni frá donskum sanginspektøri, sum hevði verið á vitjan í Føroyum, at neyvan hevði hann hoyrt ramligari skúlasang enn har á staðnum. Av fullum huga sungu vit eisini hesar føroysku sangir í mínari skúlatíð. Pápi mín hevði onki nomið av slíkum á læraraskúlanum í Havn; men hann hevði verið á háskúla, og tað var neyvan sangur í føroysku sangbókini, sum hann ikki kundi læra okkum.
Minniligar vóru hesar sangløtur frá barnaárum, og serliga minnist eg eini jól, tá vit bæði eldru systkin fingu nýggjar Songbøkur Føroya Fólks til gávis. Tær vóru so snotiligar við skinnpermu og silkipappíri, onnur blá og hin svørt, og eg kenni enn, hvussu mjúkar tær lógu í hondunum, og hvussu spennandi tað var at blaða í teimum.
Jú, Songbók Føroya Fólks hevur nú í brátt hundrað ár fylgt føroyingum frá barnadøgum og upp í ellisár. Men tíðir skifta, og tíðarinnar tonn fer ikki so væl við øllum, sum áður hevur havt virði og áhuga. Tað er tí umráðandi bæði at kunna varðveita tað dygdargóða frá eldri tíð og at duga at taka skilagott ímóti tí nýggja. Tí er tað so heppið, at hetta so væl hevur verið havt í huga í seinastu útgávu av Songbók Føroya Fólks, so at henda okkara meginsangbók ikki gerst ein avoldaður fornlutur, men støðugt hevur samband við tað livandi sanglívið í landinum.
Í fleiri áratíggju hevur ynski verið um at fáa útgivið lagasavn til Songbók Føroya Fólks. Fleiri hava havt hugskot um hetta, og fyri knappliga fjøruti árum síðan settu vit báðir Hans Erland í Brekkunum okkum fyri at fara undir uppgávuna. Ikki var tað Hans Erlandi fyri at kasta, at onki spurdist burturúr, og mangan havi eg iðrað meg eftir, at mín lutur lá eftir. Men fylgjandi við, hvussu vandaliga Zacharis er farin til verka, og nú hetta digra bókaverk liggur á borðinum, er tað sanniliga bert at frøast um, at tað var hann, sum framdi ætlanina. Saman við Mariannu Clausen, sum fyrr í vetur læt úr hondum sítt megnarverk við føroyskum kvæðaløgum, hevur Zacharias Sørensen nú við hesari útgávu vunnið sær virðiligt sæti í føroyskari tónleikasøgu.