Hugleiða um Grønland í Leirvík

Føroyingar við áhuga fyri Grønlandi fyrr og nú og Grønlendingafelagið hava tikið stig til tiltak, sum verður í Bygarhúsinum í Leirvík tann 20. februar.

Á skránni eru hugleiðingar um, Føroyingarfelagið sum varð stovnað í Nuuk fyrst í sekstiárunum. Um hvussu samkoman hjá Brøðrunum í Nuuk byrjaði. Um arbeiðið í Føroyingahavnini, eins og sangløta eisini verður.

- Annars er ætlanin við tiltakinum, at vit hittast og fáa prátað um okkara felags áhuga, Grønland, siga fyrireikararnir.

Tey siga víðari, at summi hava búð í Grønlandi og hava ikki sæst í fleiri ár. Onnur vóru í Føroyingahavnini ella róðu út. - Tað kundi verið áhugavert og nostalgiskt, halda fyrireikararnir, sum vóna, at síggja so nógv sum gjørligt til tiltakið, sum verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, har byrjað verður á middegi við døgurða og kaffi. Tiltakið endar klokkan 18.

Til ber at tekna seg innan 10. februar hjá Poulu Gaardbo tel 25 78 71 og Hannu av Kák Nattestad tel 255203.