Málningaframsýning verður í Riberhúsi við Marie Ravn Sørensen, Onnu Hansdóttir og Jakubinu Hansson frá 5. juni til 23. juni.
Hesar havnarkvinnur hava fleiri ára royndir við skeiðum bæði í Føroyum og uttanlands. Tær hava luttikið við framsýningum á millum annað:
Smiðjuni í Lítluvík, Ólavsøkuframsýningum, hjá Lions, í SMS, hjá Dugna á Hjalla.
Vanliga kemur íblásturin til myndirnar úr teirra egna umhvørvi og huglag.
Opið er:
Gerandisdagar frá kl. 15.00 til 17.30
Leygardag frá kl. 11.00 til 15.00
2. hvítusunnudag frá kl. 15.00 til 18.00
Leygardag 14. juni frá kl. 11.00 til 16.00
Fernisering verður 5. juni frá klokkan 16.00 til 18.00. Fyrireikararnir sigar, at okkurt leskiligt verður og okkurt til ábit, og at øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.








