Áhugin hjá mannfólki er vaksin

Á Føroya Læraraskúla eru í løtuni 274 lesandi. Meiri enn helvtin lesur til lærara og restin lesur til pedagog. Skúlablaðið skrivar í morgum á heimasíðu síni, at í Føroyum er sama rák sum aðrastaðni og tað er, at útbúgvingin sum lærari ella námsfrøðingur hevur havt minkandi áhuga ímillum mannfólk.

Kortini er tað okkurt, ið bendir á, at gongdin er vend, men um orsøkin er, at útbúgvingini er uppstigað til bachelor, ella um orsøkin er, at tíðirnar eru versnaðar, er ilt at meta um, tí tølini eru so smá, og tí skal so lítið til at prosentini broytast nógv.

Tað hevur mangan verið frammi, at áhugin hjá mannfólki at verða lærari, er rættiliga bundin at, hvussu tíðirnar eru, tí í tíðum við nógvum arbeiði og góðum lønum, minkar áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini.

Tá ið gongdin vendir, økist áhugin fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk.

Tað eru trý ár síðan, at farið var undir bachelor-lestur, og hesi trý árini kunnu vit staðfesta, at áhugin hjá mannfólki hevur verið lutfalsliga stórur.

Gott 27 prosent av næmingunum í triðja flokki á Læraraskúlanum, eru mannfólk, fyri tey lesandi á øðrum og fyrsta ári eru tølini ávikavist 39 og 25 prosent. Tey, sum ganga í fjórð flokk, eru tey seinastu lesandi eftir gomlu skipanini, og har eru 21,7 prosent mannfólk. Av øllum næmingunum á Læraraskúlanum eru 29,1 prosent mannfólk. Og verða allir næmingarnir á Lærara- og pedagogskúlanum tald saman, eru 19,7 prosent mannfólk.

Av teimum 678 lærarunum í fólkaskúlanum skúlaárið 2009-2010, vóru 278 mannfólk, ella 41 prosent.