Áhugin fyri grundstykkjum er veksandi

Soleiðis verða jólini hjá borgarstjóranum í Kunoyar kommunu, Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.

 

Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu er borgarstjóri í Kunoyar kommunu, og nú vit nærkast endanum av hesum árinum, hava vit spurt hana, hvørji mál hon serliga er fegin um, at bygdaráðið hevur framt.

Hon vísir serliga á trý mál, sum hon heldur hava stóran týdning, og hesi eru journalskipan, sum er sett í verk í kommununi, nýggja heimasíðan og so byggisamtyktin.

Tá Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu verður spurd, hvat fer at henda í Kunoyar kommunu tað, ið eftir er av hesum valskeiði, nú kommunuval verður næsta heyst, sigur hon.

- Málið er at fáa kloakkskipanina lidna, fremja viðlíkahald av vegum í kommununi, víðka ruskplássið - og so skulu vit eisini hava eitt alment wc í Haraldsundi, leggur hon aftrat.

Borgarstjórin heldur, at keðiligasta hending í árinum var, at ein persónur varð funnin deyður í Kunoynni í heyst. Á hinari síðuni er eitt tað besta, sum hon kemur í tankar um, at veksandi áhugi er fyri grundstykkjum í kommununi.

##med2##

In.fo spurdi eisini Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, hvussu borgarstjórin í Kunoyar kommunu heldur jól.

- Jólini hjá mær byrja altíð hin 23. desember. Øll familjan samlast gamlaárskvøld til nátturða, og tá er ræstur fiskur, spik, heimagjørd garnatáld og fyltur sperðil á skránni, og í ár verður tað heima hjá systir míni.

Hon sigur, at jólaaftan verður hildin heima hjá teimum í Haraldsundi saman við systkjum við familju. - Tá verður tað helst, sum hjá teimum flestu - dunna, rísingreytur, jólamaður og gávur.

- Eg vænti, vit verða heima jóladag, og tá verður ræst kjøt á skránni. 2. jóladag fara vit at gera góðan mat heima saman við góðum fólki.

Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu sigur, at jólini hjá borgarstjóranum snúgva seg um tey nærmastu, og tað er hugni og matur - eins og hjá flestu øðrum - sum seta dagsskránna jóladagarnar.