Árarnar eru langt síðani lagdar í sjógv, og seinnapartin í dag verður onnur kappingin í ódnartøkum í ár. Hon verður í Runavík. Líkindini eru ógvuliga góð, og áhugin fyri at taka lut er heilt stórur.
Sum myndin vísir, so er róðrarøkið sunnanfyri pirin í Runavík og framvið brúnni frammanfyri flakavirkið. Tað vil siga, at talan er um sera áskoðaravinarliga kapping.
Orsaka av tí stóru luttøkuni, verða róðrarnir avgreiddir í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðli. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra.
Raðfylgjan
Riðil 1
Barnaróður dreingir
5-mannafør kvinnur
6-mannafør kvinnur
Riðil 2
Barnaróður gentur
6-mannafør menn
8-mannafør
Riðil 3
5-mannafør gentur
5-mannafør dreingir
10-mannafør
Tann, sum hevur klárað seg best, hvønn einstaka dag vinnur fyri tann dagin, og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans.
Bátarnir kunna flotast við neystið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ.
Hesar manningarnar hava meldað seg til ódnartøkini:
Barnaróður dreingir
12 Ørnin
11 Títlingur
10 Sílið TS
9 Jallurin
8 Drekin MB
7 Falkur
6 Tekla
5-mannafør kvinnur
10 Tekla
9 Teistin
8 Erla Kongsdóttir
7 Fípan Fagra
6-mannafør kvinnur
11 Jarnbardur
10 Skúgvur
9 Rádni
8 Sølmundur
7 Lómur
Barnaróður gentur
11 Fípan Fagra
10 Falkur
9 Sílið
8 Pílur
7 Erla Kongsdóttir
6-mannafør menn
10 Gongurólvur (Hósvíkingur)
9 Hvessingur
8 Páll Feingi
7 Rádni
8-mannafør
11 Gullbrandur
10 Argjabáturin
9 Nevið Reyða
8 Knørrur
7 Miðvingur
5-mannafør gentur
12 Sílið
11 Falkur
10 Báran
9 Drekin
8 Firvaldur
7 Hulda
6 Pílur
5-mannafør dreingir
11 Junkarin
10 Teistin
9 Fípan Fagra
8 Kollur
7 Jallurin
10-mannafør
10 Eysturoyingur
9 Drekin Reyði
8 Ormurin Langi
Kappingin í Ódnartøkum er eisini ein liðkapping millum róðrarfeløgini. Vinnandi felagið fær gávubræv frá Føroya Tele á kr. 5.000 til eitt trivnaðartilak í felagnum.
Niðanfyri er støðan í liðkappingini áðrenn annað umfar
1. Róðrarfelagið Knørrur 1 (8 stig)
2. Argja Róðrarfelag 1 (7 stig)
2. Havnar Róðrarfelag 1 (7 stig)
4. Fuglafjarðar Róðrarfelag (6 stig)
4. Hvalvíkar- og Kollafjarða Róðrarfelag (6 stig)
6. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (4 stig)
6. Hósvíkar Róðrarfelag (4 stig)
8. Róðrarfelagið Knørrur 2 (3 stig)
9. Havnar Róðrarfelag 2 (2 stig)
10. Klaksvíkar Róðrarfelag (1 stig)
11 Argja- og Sandavágs Róðrarfelag 2 (0 stig)
Endamálið við liðkappingini er, at styrkja felagskensluna í hvørjum einstøkum róðrarfelag, eins og áhugan fyri, hvussu tað gongur hjá hvørjum øðrum í sama róðrarfelag og harvið menna róðrarfeløgini sum heild.
Reglurnar eru hesar:
1. Hvørt felag meldar lið til við trimum manningum á hvørjum liði. T.d. kann eitt lið vera ein barnamanning gentur, 6 mananfør menn og 10 mannafør. Vinnarin er tað liðið, sum fær flest stig eftir stiga skipanini hjá RSF, út frá teimum róðrunum sum bátarnir á liðnum luttaka í. Hetta fyri alla kappingina.
2. Eitt felag kann melda fleiri lið til. Um so er, at eitt felag ikki fær mannað lið, ella hevur bátar í avlopi, kann tað manna lið saman við øðrum felag.
3. Fyri at eggja feløgunum at hava barnamanningar við, og leggja seg eftir at hava og venja barnamanningar, gevur hvør dagur har ein barnamanning luttekur á liðnum og gjøgnumførir allar 3 róðrarnar tann dagin 2 eyka stig í kappingini. Eru 2 barnamanningar á liðunum gevur hetta 1 eyka stig fyri næsta bátin. Eru tríggjar barnamanningar á einum liði fær liðið í mesta lagi 3 stig eyka.
4. Stendur javnt millum lið vinnur tað liðið, sum kláraði seg best seinasta umfarið. Stendur eisini javnt tá, vinnur tað liðið, sum kláraði seg best umfarið undan osfr. aftur til eitt umfar, har eitt lið hevur klárað seg best. Støði verður altíð tikið í stigum fyri dagin íroknað eyka stig fyri barnamanningar. Ber ikki til á henda hátt, at finna ein vinnara verður tað avgjørt við lutakasti.










