Higartil hevur Hugin húsast heima hjá einum av stovnarunum, Steinbjørn Hardlei. Nú er ráðgevingarfelagið flutt í nýggj og rúmlig skrivstovuhøli á Argjaboðagøtu 7 á Argjum. Hølini eru í bygninginum hjá el & tele uttast á Argjaboða.
Við hesum hevur Hugin munandi betri arbeiðsumstøður og er enn betur ført fyri at veita viðskiftafólki sínum eina góðskutænastu. Viðskiftafólk, sambond og onnur áhugað er sjálvandi vælkomin at støkka inn á gólvið at heilsa uppá og fáa sær ein kaffimunn.
Hugin hevur um somu tíð sett Maibritt Højgaard í starv sum fríyrkisfólk. Maibritt Højgaard er sálarfrøðingur og hevur MBA frá University of Portsmouth UK. Hon undirvísir í sosial- og organisatiónspsykologi á University of Wales í Swansea og arbeiðir sum konsulentur í Bretlandi, Danmark og Føroyum fyri Hugin.
Maibritt Højgaard hevur tó flestar royndir frá vinnulívinum sum fasilitator og skeiðleiðari. Hon hevur serligan áhuga fyri samskifti í fyritøkum, og hvussu samrøða kann nýtast sum eitt reiðskap at skapa menning og vøkstur. Við hesum spennandi førleikum kann Hugin veita eina enn betri tænastu innan sítt virkisøki.
Kjarnuøkið hjá Hugin er tann strategiska fyritøkumenningin. Tað merkir, at Hugin hjálpir fyritøkum at seta sær yvirskipað mál og umseta hesi til ítøkiligar ætlanir. Málbólkurin er serliga smærri og miðalstórar fyritøkur. Royndirnar vísa, at í hesum fyritøkum eru góðir møguleikar at vinna meira pening við málrættaðari fyritøkumenning.
Meira fæst at vita um Hugin á heimasíðuni www.hugin.fo.