Áhugin at spara til eftirløn fer at minka

Tað er onki at ivast í, at nú Løgtingið hevur samtykt at skatta inngjaldið til pensjónir, fer tað at ávirka hugin at spara til pensjónir.

Tað ivast Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum ikki í.

Hon sigur, at nú mugu fakfeløgini seta seg saman at tosa um hesa nýggju støðuna, sum er íkomin.

Tað er eisini neyðugt at fáa fulla greiði á, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri teir einstøku tryggingartakararnar.

Tá ið fakfeløgini hava samráðst um nýggjar sáttmalar, hevur tað mangan verið ein partur av semnuni, at ein partur av lønarhækkingunum skal útgjaldast sum ein lønarhækking og ein annar partur skal leggjast afturat eftirlønirnar.

- Hetta hevur verið samráðingunum fyri at tryggja, at eisini tey, sum koma eftir okkum, eisini skulu hava eitt sámuligt grundarlag.

- Tá ið vit haav fingið semju við okkara arbeiðsgevarar um eina hækking, hava vit í góðari trúgv mælt limum okkara til at avmarka sjálva lønarhækkingina, sum teir skulu liva av, fyri at leggja afturat pensjónini, sigur Maud Wang Hansen.