Vit skrivaði fríggjadagin um avstralska Dark Kloud Promotions, ið hevur tikið Sic til sín Eisini í Peru í Suður Amerika er áhugi fyri Sic.
Spanskmælta alnetstíðaritið og útvarpsstøðin Rockum, ið virkar úr Peru og hevur tungmálmstónleikafjepparar sum málbólk, ummælir á heimasíðu síni fløguna Pandemonium. Hon fær 8,8 av 10 møguligum í karakter.
Rockum samanber útgávuna við bólkar sum Sevendust (í teirra bestu árum), Machine Head, Slipknot, Glassjaw og tónleikin hjá Max Cavalera, í døgunum har hann gjørdi Roots við Sepultura og tey fyrstu árini í Soulfly. Henda síðsta samanbering er ótrúliga sterk, at fáa í Suður Amerika av tí, at brasilumaðurin Max Cavalera uttan iva er størsta stjørnan og mest virdi listamaður í hesin heimspartur hevur fostra innan rokktónleik.
Rockum fer so langt sum at siga:?Mikkjal fangar og dagførur ein stíl, ið er á støði við sangararnar í hesum bólkum.?
Um tónleikin verður sagt, at fløgan hevur orkuna av ný-málmi, tó kanska við smálutum, ið eru meira radikalr og sterkar enn vanligt.
Løgini, ið Rockum tekur fram sum tey bestu eru: Reach Inside, To Dare to Risk To Regret og Keep It to Yourself.
Húsin fær eisini góð orð við á vegnum, og niðurstøðan hjá Rockum er:
?Tað tykist, sum limirnir í Sic hava gjørt alt við stórari professionalismu, hetta hava teir nógv rós uppiborið fyri. Lat okkum geva teimum møguleika fyri, at koma við tónleiki sínum til Latín Amerika, leitað eftir teimum, lurtað eftir teimum...?