Áhugi fyri oljuleiting hóast turrar brunnar

Næstseinasta fríggjadag lat 3. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum upp fyri oljufeløgunum. Í hesum døgum verður útbjóðingartilfar sent út til áhugað feløg, her m.a. faldari við loyvisøkjunum á. Feløg skulu so søkja innan 3. november og verða loyvini latin innan árslok. Hetta upplýsir Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.

Hann sigur, at enn er stutt fráliðið, men fleiri feløg hava longu vent sær til Jarðfeingi við fyrispurningum. Her er bæði talan um gomul feløg, tvs. feløg, sum hava verið við í leitingini higartil og nýggj feløg, sum ikki hava verið við í hvørki 1. alla 2. útbjóðing. Men eitt eru fyrispurningar, annað er veruligur áhugi. Tað vil tíðin so vísa.

 

Petur Joensen sigur, at tað verður eisini spennandi at síggja, hvørji øki verða latin til leiting í seinastu bretsku útbjóðingini, sum lat aftur herfyri. Her hugsar hann serstakliga um øki framvið føroyska markinum. Gongdin í bretskum øki, har tvey stór oljufund, Cambo og Rosebank møguliga verða útbygd til framleiðslu, kann eisini hava positiva ávirkan á 3. útbjóðingina á føroyska landgrunninum. –Trúgva feløgini uppá økini bretsku megin markið, so kann tað eisini fáa feløg at vísa okkara útbjóðing ans, tí at kunna vera við báðumegin markið kann vera skilagott fyri oljufeløg, sum veruliga síggja eina framtíð á Atlantsmótinum sigur Petur Joensen á Jarðfeingi. Dømi eru longu um, at fleiri oljufeløg, sum hava loyvi í bretskum øki, eisini hava fingið tillutað øki okkaramegin markið.

 

Sum Portalurin skilur eru tað m.a. oljufeløg úr fjareysturi, sum vísa føroyska landgrunninum ans umframt stór oljufeløg, sum eru virkin vestan fyri Hetland.