Dagfinn Olsen
Áhugin fyri fløguni ?Rock from the cold seas?, er stórur. Hetta er fløga við rocktónum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi.
Longu nú sæst, at áhugin fyri fløguni er sera stórur í Grønlandi. 1000 eintøk eru prentað av fløguni, men væntandi er hetta alt ov lítið. Í Føroyum hevur Tutl eini 200 eintøk til útbreiðslu kring landi, men Kristian Blak verður ikki bilsin, um eisini føroyski parturin av upplagnum verður útseldur.
Tað var íslendingurin Jens Guð, sum saman við Tutl, Nora og forløgum í hinum londunum, tók stig til fløguna.