Tað hevur ljóðað, at reiðaríið Thor í Hósvík hevur havt ætlanir um at selja annan av stóru trolarunum, sum felagið eigur. Meðan Athena liggur við havnalagið hjá Runavíkar havn, fiskar Poseidon rossamakrel og onnur smærri fiskasløg við Mauritania.
Gunnbjørn Joensen, annar av reiðarunum hjá Thor, váttar, at keyparar hava víst skipinum áhuga, men í løtuni dugir hann ikki at siga, hvussu verður við møguligari sølu.
Tá Portalurin hitti reiðaran fyrr í vikuni, spurdu vit hann, um tað er hugsandi, at í øllum førum annað av stóru skipunum hjá felagnum fer at liggja fram við, um Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, aftur í ár fer at býta út av makrelkvotuni til aðrar skipabólkar enn nótaflotan.
- Jú, tað ætla vit, og vit vóna at sleppa uppí part, um so verður.
Gunnbjørn Joensen segði seg eisini vóna, at Athena, sum nú fer til umvælingar eftir eldsbrunan, verður klár at fara til fiskiskap aftur, áðrenn tíðin nærkast, tá makrelur aftur kann veiðast í føroyskum sjógvi.