Í sambandi við arbeiði hjá sær hevur Bitland verið í sambandi við fleiri av teimum, sum í nítiárunum vóru við í tilgongdini mótvegis ílegugransking í Føroyum, sum tó varð steðgað av politiskum ávum. Afturmeldingarnar frá hesum eru ymiskar, men nakað av áhuga er framvegis.
Ræður um at gera skjótt av
Ein av teimum fyritøkunum, sum á sinni sýndu føroysku mannaílegunum áhuga, var íslendska heilivágsfyritøkan, DeCODE, sum arbeiðir við ílegugransking í Reykjavík.
Í samskifti við Bitland hevur DeCODE givið til kennar, at fyritøkan framvegis hevur stóran áhuga í føroyskum mannaílegum, men at DeCODE bíðar við at gera meira, fyrr enn lógarkarmarnir hesum viðvíkjandi í Føroyum eru fastlagdir. Men tá ið hetta er gjørt, hevur íslendska fyritøkan avgjørt áhuga í kanna umstøðurnar í Føroyum nærri.
Serkøn innan ílegugransking greiddu á BitTinginum frá, at tað ræður um at gera skjótt av í Føroyum, tí menningin á økinum er øgilig, og um vit bíða ov leingi, kann áhugin fyri føroysku ílegunum hvørva.










