Tað hevur annars gingist walisiska venjaranum, Mark Hughes so væl í Blackburn, við fleiri støðugum úrslitum, men mikukvøldið máttu teir lúta fyri ?The Villains?. Í vikuskiftinum vera tað so Newcastle, ið koma á vitjan, og um talan verður um enn eitt 4-0 tap til Blackburn, fer bert tíðin at visa. Tað er tó lítið sannlíkt. Hvussu er og ikki, fara Newcastle inn til dystin fyri at vaska vánaliga innsatsin móti Liverpool av sær aftur, og fara teir óivað at royna at lætta trýstið, ið venjari teirra, Sam Allardyce hevur á sínum herðum.