Hughes í øðini

Einasti dysturin í Premier League um vikuskiftið var uppgerðin millum Portsmouth og Manchester City. Tað eydnaðist Portsmouth, sum í løtuni er uttan venjara, at vinna dystin 2-0, og hetta var venjarin hjá Manchester City, Mark Hughes, alt annað enn nøgdur um. – Premier League er harðasta fótbóltskappingin í heiminum. Tá noyðist tú at hava eitt ávíst støði, og hetta høvdu vit ikki í dag, segði Hughes eftir dystin.