Huggsi ikki nógv um framtíðina

~Eg hugsi ikki so langt fram, kanska um morgindagin, men so heldur ikki longur, tað nyttar onki, tá man er so gamal, sigur sølfirðingurin Adolf Olsen, sum týsdagin fyllir 90 ár

 

Samrøða

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Einkjumaðurin um sorg: "Síðan eg var heilt ungur havi eg lagt lívið í guds

hendur. Konan Lotta doyði fyri fýra árum síðan. Eg vil ikki kalla okkara

skilna fyri sorg, heldur sakn. Vit tosaðu mangan um, hv´r av okkum fór fyrst heim. Eg veit hvar hon

er farin og tað ber ikki til at tosa ummiss, tá eg veit hvar hon eg havi mist er. Hevur tú mist nakað, so er tað burtur. Tað hongur líka sum ikki saman at tosa um at missa, tá ein trýr og leggur lívið í Guds hendur."


Eysturoyar Ellis og Røktarheim hósmorgun. Langar røðir av fínum bilum

standa uttanfyri hetta arkitektteknaða heim, sum er umhugsað í minsta

smálut. Flagtekja og svartur klædningur hevjar seg yvir asfaltið og

Skálafjørðurin liggur veldugur og vakur í baksýni. Omanfyri er hagi og

hurðarnar fara upp, uttan at tú tekur í klinkuna. Alt hetta vælhildna er karmurin

kring heimi hjá teim gomlu í Eysturoynni, summi heilt frísk, onnur boygt av elli

og mangan vánaligari heilsu.

Inni sita gomul fólk í koyristóli, nosslig og vælpleygað og aftanfyri

sjongrar Elis í útvarpinum. Tað er upp undir døgurða og heilivágur verður

fyltur upp í gløs. Starvsfólk tita kvikliga aftur og fram, tey heilsa

blídliga.

Týsdagin fyllir eitt av búfólkunum 90 ár. Tað er Adolf Olsen úr Søldarfirði og vit hava sett honum stevnu í dag.

Adolf situr prúður og vælbygdur frammanfyri skriviborðið í kamari sínum. Hann sær 20 ár yngri úr enn hann í veruleikanum er. Eyguni eru blonk og klárn og hann situr í nýstroknari skjúrtu og tekur í móti.

- Ja, her er gott pláss, her er gott at vera og nógv av plássi er eisini aftanfyri bróstið, sigur hann og peikar á gongina, wc og klædnaskápini.

-Higartil eri eg heilt sloppin undan fjølmiðlunum, hóast eg bæði havi fylt sjeyti og átttati, sjeytifimm og áttatifimm. Og Argemenninir hava heldur ikki verið eftir mær enn. Mær dámar heldur ikki jubileum. Eg var formaður fyri missiónshúsinum í Søldarfirði í 23 ár. Eg bar meg undan, tá tað nærkaðist 25. Men annars vælkomin, eg kenni fólkið, tú er av, sigur Adolf Olsen.


Framtíðin er so nær

Hvat hugsar eitt menniskja, sum hevur livað eitt so langt lív sum Adolf. Hvat hugsar tað um framtíðina. Adolf svarar skjótt.

-Eg haldi slett ikki, at eg hugsi um framtíðina longur. Nú er so langt rógvið. Eg hugsi um morgindagin, men so heldur ikki longur. Tað nyttar einki, tá ein eg so gamal. Eg havi altíð havt góða heilsu, men eg veit ikki, havi ikki rættuliga brúk fyri heilsuni longur. Eg havi verið heppin ongarntíð plágaður av ringari sjúku. Jú einaferð fyri mongum árum síðan. Eg roykti illa sum ungur, men so fór eg at hosta nógv og tá legði eg tubbakið á hyllina, tað hjálpti beinanvegin. Men eg skal ikki gera tað til einki, at leggja av, tað var sera ringt, sigur Adolf Olsen


Elli og einsemi

og barndømi

-Tá er gerst gamal, so hevur tú tann trupulleika, at tú er elst næstan alla tíðina. Ja, tú er partvís einsamallur, tí næstan øll, sum gingu undan í tínum lívi eru farin. Tað er so tunt rundanum teg. Eg haldi, at eg eri eitt sindur í ørviti viðhvørt, men eg veri helst tann seinastsi, sum fái tað at vita. Eg haldi, at eg eri í ørviti og royni at bakka meg burtur úr ørvitisskapinum og sum regul, so eydnast tað. Eg missi í heilum dagaskil, men nú havi eg fingið mær ein kalendara á borðið. so nú er lættari at fylgja við, sigur Adolf Olsen.

-Eg undrist mangan á hvussu væl Gud hevur tilrættalagt alt í lívinum. Heilt frá ungum árum hava eg og konan Lotta, slektað úr Rituvík, lagt okkara lív í Guds hendur. Og eg kenni í dag, at hann gevur mær tað eg havi brúk fyri til hvønn dagin eg fái frá honum Eitt nú hevur tað jørðiska minni og minni týdning sum eg eldist. Lotta doyði fyri fýra árum síðan. Saknurin er stórur, men eg vil ikki kalla tað sorg. Eg veit hvar hon er og tá eg veit tað, so havi eg heldur ikki mist hana. Eg veit eisini, at tað verður ikki so leingi til vit síggjast aftur. Tað er trygt at liva í slíkari vissu.


Grundaskemt

Grundamenninir í Søldarfirði eru tiltiknir skemtiligir, men Adolf heldur ikki, at so hevur veirð frá gamlari tíð.

-Forledrini hjá mær vóru Jóan Jakku Olsen úr Søldarfirði o Malena Olsen ættað av Toftum vóru álvarsom fólk, men vit undan teimum hava havt lætt sinnið. Serliga Sámal Petur bróður. Pápi var giftur tvær reisur Sámal Petur og eg vóru hálvbeiggjar. Jú, tað kundi vera skemtiligt í Søldarfirði.


Ikki á val

Nú vit tosa um Grundaskemt, so ætlar Adolf sær fyri fyrstu ferð í lívinum ikki á væl týsdagin, dagurin hann rundar níti.

-Í Dimmalætting havi eg onkuntíð lisið brigl, at sambandsmenn hava næstan grivið deyð uppaftur fyri at fáa tey at stemma, tað skal ikki vera í mínum føri, sigur Adolf Olsen.

-Eg verið í Søldarfirði føðingardagin. Eg fari helst inn sunnudagin og um Gud vil so veri eg einar tveir dagar aftaná føðingardagin í Søldarfirði. Eg sigi sum ein fuglfirðingur. Næst eftir himmiríki, so er ellis og røktarheimi, her er gott at vera fyri ein gamlan mann, sum kanska ein part av degnum bíðar eitt sindur eftir tí sum liggur fyri framman, sigur Adolf Olsen.


Sjómaður og húsasmiðjur

Adolf Olsen sigldi í 30 ár. Hann sigldi fyrst við slupp og síðan við trolara.

Skálafjørðurin er sildapláss og sum heilt ungur lærdi eg at bøta net. Hetta kom mær til góðar umborð á trolara. Eg sigldi í 10 ár við ymiskum føroyskum trolarum. Síðan legðist eg uppi, fór fyrst at stoypa hús og seinni eisini at smíða tey liðug., sigur hann

-Eina løgna hending minnist eg, tá eg sigldi. Eg var einaferð við at føra tveir deyðar føroyingar heim úr Noregi. Annar var úr Hesti og hann var komin so illa til skaða umborð á einum skipi í Noregi, at hann doyði á heimferiðni. Hin var úr Fuglafirði, og hann var av allar bestu svimjarum. Hann var farin saman við øðrum at svimja í einum vatni i Norego og har druknaði hann. sigur Adolf Oisen.

Vit ynskja Adolfi tillukku við degnum..





Justinus Eidesgaard