Hillary Clintion og Barrack Obama vóru í Kongressini fyrrakvøldið, tá George W. Bush, forseti, helt sína seinastu røðu um støðu tjóðarinnar.
Men tað var týðiligt, at tey bæði sita ikki væl um sátt.
Nakrar tímar frammanundan hevði tann kendi senatorurin Edward Kennedy boðað frá, at hann styðjar Barrack Obama í valstríðnum, og teir báðir sótu eisini lið um lið í Komngressini. Tá Hillary Clinton kom fram við teimum, rætti Edward Kennedy henni hondina og heilsaði, men Obama vendi sær burtur.