Hugburðurin er við at broytast og má broytas

Tveir góðir árgangir av toski eru á veg inn í fiskiskapin undir Føroyum. Hetta er gleðiligt og kemur væl við hjá heimaflotanum. Tekin hava verið um, at broytingar vóru á veg, aftaná nøkur sera soltin ár.

Hetta gevur monnum mót og trúgv upp á framtíðina. Seinastu tíðina hava vit javnan hoyrt lýsingar í útvarpinum frá Fiskiveiðueftirlitinum, um at leiðir verða stongdar, tí ov nógvur ungfiskur er í veiðini. Upp í fýra leiðir hava verið stongdar samstundis, og tað er óvanligt. Fiskiveiðueftirlitið sigur, at teir dagliga fáa fráboðan um smáfisk í veiðuni.

Allir fiskimenn vita, at aftaná rak ár fer at bragda aftur. Men tað er ójavnt, hvussu nógv kemur undan av gýtingini tey ymsu árini. Útlitini eru hugalig, tí vit vita øll, hvussu skjótt góður fiskiskapur ávirkar alt samfelagið.
Men vit eiga at vera varin og ikki at loypa framav. Tíverri sær tað út til, at tað er júst tað, ið vit gera í løtuni. Tølini frá avreiðingunum vísa, at nógvur smáfiskur verður fiskaður. Avleiðingin er, at vit fáa ikki tað burtur úr fiskastovnunum í vekt og prísi, sum vit kundu fingið, um vit lótu smáfiskin sleppa at vaksa. Og tað kann ikki vera meiningin.

Um vit ikki hava tol at bíða og lata fiskin sleppa at vaksa, til tað er fíggjarliga skilagott at veiða hann, verður hetta til óbótaligan skaða fyri alt samfelagið. Smáfiskurin, sum verður veiddur nú, er komin undan teimum ringastu vandunum, og sum umstøðurnar eru við føði júst nú, veksur hann sera skjótt. Vit fáa alla vektøkingina fyri onki.

Landsstýrissamgongan sigur, at hon hevur vent hvørjum steini fyri at leita eftir inntøkum, sum kunnu minka um ovustóra hallið á fíggjarlógini komandi ár. Vanligi mátin at fáa fleiri inntøkur til landskassan, er at økja skatt og avgjøld, og tað er ein skrúva uttan enda. Í uppskotinum til komandi fíggjarlóg verða eisini nýggj gjøld løgd á. Millum annað skal eitt tilfongisgjald leggjast á fiskivinnuna, og tað er at leggja stein oman á byrðu, tí partar av vinnuni knógva sum er ikki undir byrðunum.

Lættasti mátin at skapa fleiri inntøkur til samfelagið úr fiskivinnuni, er at lata smáfiskin sleppa at vaksa, áðrenn hann verður fiskaður. Her eru ovurhonds stór virðir at heinta við onki at gera. Hvør króna sum kemur úr sjónum fleirfaldast í virði, tá hon fer í umfar í samfelagsbúskapinum.
Vit síggja dagliga, at stórur partur av veiðuni hjá bæði skipum og bátum er smáfiskur, og dagliga verða fleiri tons av toski 5 seld á uppboðssøluni.

Hyggja vit eftir, hvat vit kunnu fáa burtur úr við at lata fiskin veksa nakað afturat, so eru tølini so stór, at øll mugu duga at síggja, at tað púra skeivt ikki at lata smáfiskin fáa frið. Vit kunnu ikki bara lata standa til.

Taka vit sum dømi eitt tons av toski, so er prísurin í dag umleið 8 kr fyri kilo av toski 5, og tað gevur 8.000 kr. í avreiðingarvirði. Lata vit fiskin sleppa at vaksa, so hann kann landast sum toskur 3, so økist vektin upp í 4,6 tons, ið við dagsins prísi kunnu seljast fyri 14 kr. kilo. Avreiðingarvirðið fyri somu fiskar verður tá slakar 65.000 krónur, og er talan um eina sjeyfalding av veiðivirðinum. Sjálvandi doyggja nakrir fiskar burtur av í hesum tíðarskeiði, men talan er um eina risastóra virðisøking.

Eisini er vert at hava í huga, at so at siga allur toskurin undir 2 kg. fer óviðgjørdur av landinum, og eisini ein stórur partur av toski 2-3 kg. Útrokningar hava víst eina virðisøking á uml. 6 kr. fyri kilo, um fiskurin verður virkaður í Føroyum, og hetta er eisini ein góð grundgeving fyri at fiska minni av smáfiski.

Harumframt skal verða nevnt, at ein meðal toskur 5 ikki er gýtingarførur, meðan ein stórur partur av toski 3 hevur gýtt tvær ferðir.

Taka vit svartkalvan sum eitt annað dømi, so er støðan tann sama. Vit missa ovurstór virðir við ikki at lata svartkalvan sleppa at vaksa seg til gýtingarføran aldur. 

Í 2009 vórðu avreidd 2.380 tons av svartkalva. Av hesi nøgd vóru helst 500 tons, ið høvdu eina meðalvekt upp á 250 gramm. Hetta er so smáur fiskur, at tað er stór skomm at avreiða hetta grelli - ella grýtulappar sum tað eitur á trolaramáli. Um hesi 500 tonsini sluppu at veksa til 2,5 kilo í meðal, høvdu vit fingið 5000 tons í landingarvekt.

Tey 500 tonsini av smáa svartkalvanum vórðu avreidd fyri 7 mió. kr,  og bíðaðu vit til fiskurin var 2,5 kg., høvdu vit fingið 110 mió. kr. meira í avreiðingarvirði.

Her hava vit bara hugt at tveimum fiskasløgum, sum kunna geva okkum stórar meirinntøkur uttan at røra hond frá síðu.  Tað eru óivað eisini onnur fiskasløg, har støðan er tann sama.

Alararnir noyðast at fóðra fiskin við dýrum fiskafóðri, fyri at fáa fiskin at vaksa. Vit sum fiska villa fiskin, kunnu ókeypis heysta tilvøksturin. Vit mugu taka í egnan barm og viðurkenna, at hetta er ikki í lagi.

Onkur heldur, at hetta er ein løgin og óvanligur boðskapur frá einum reiðarafelag, men viðhvørt mugu vit kalla ein spaka fyri ein spaka. Skulu vit yvirliva sum fiskivinnutjóð, mugu vit eisini taka ábyrgdina á okkum og rætta kósina, tá vit síggja, at vit eru á skeivari leið.

Tað er neyðugt at vit broyta hugburð og gera okkum nógv størri ómak við at røkja tað tilfeingið, ið er litið okkum í hendi. Tað nyttar onki, at bara nakrir fiskimenn brúka vit og skil, meðan aðrir eru líkaglaðir og oyðileggja alt fyri løtuvinning.

Onkur sigur, at tað ber ikki til reka fiskiskap uttan eisini at taka smáfiskin, men tað er ikki rætt. Tað ber væl til við øðrum tekniskum reguleringum og einum betri eftirliti. Alternativið er, at fleiri leiðir verða stongdar. Søgan sigur okkum, at tað, sum verður stongt, letur ongantíð uppaftur, og tað er ikki í lagi. Tá økir verða stongd, er tað fyri øllum fiskiskapi, og teir sum royna á hesum leiðum og ikki taka ungfiskin, verða revsaðir. Tað er heldur ikki í lagi.

Føroyar eru eitt gott land at búgva í, og lat okkum tí vísa komandi ættarliðum, at vit fara væl um tað, sum okkum er litið upp í hendi at umsita. Tilfeingið í sjónum hevur altíð verið og fer eisini í komandi tíð at verða okkara lívsgrundarlag. Tí  mugu vit røkja tað væl, so tað framhaldandi kann verða grundarlagið, sum okkara eftirkomarar kunnu byggja sína tilveru á.

At enda skal sigast, at tað er gleðiligt, at ein hugburðsbroyting kann hómast. Hetta síggja vit best út frá teimum nógvu fráboðanum frá fiskimonnum, um at ov nógvur smáfiskur er í veiðuni. Eisini hoyra vit dagliga frá monnum, at teir ikki eru stoltir av at veiða smáfiskin. Tað slepst ikki heilt undan, at smáfiskar kunnu verða í veiðuni, men vit kunnu gera nógv fyri at minka um hesa veiðu. Tíðin er komin, til at vit fara at viðgera  húkastødd og meskavídd av nýggjum.