Aliparturin á eini samansettari fiskivinnu- og alimessu verður helst so mikið lítil, at alivinnan dettur burturímillum, sigur Sofus Johannesen, nevndarformaður á smoltstøðini Gjáarsmolt við Gjógv. Tí væntar hann ikki ta stóru úrtøkuna burtur úr fiskivinnumessuni North Atlantic Fish Fair, sum verður í Runavík í komandi viku.
Men hann ætlar sær kortini á messuna at hyggja at, hvat verður víst fram á ymsu básunum.
Vanligt er, tá alarar fara á messur sum hesa, at teir fara at hyggja og møguliga keypa heldur enn at selja. Tað verða heldur teir, sum hava útgerð av ymsum slagi til fiskivinnuna, tað verið seg skip ella vinnuna á landi, sum vilja selja nakað.
Tað, sum eitt nú alistøðirnar eru meira áhugaðar í, sigur Sofus Johannesen, hevur seinnu tíðina mest verið »resirkuleringsannlegg« og tílíkt, sum fer til at nútímansgera alistøðirnar.
Lítil marknaður
Slíkar messur, sum hava áhuga hjá alarunum burturav, eru eitt nú árliga alimessan í Tróndheimi, og tann samansetta fiskivinnu- og alimessan, sum eisini plagar at vera í Glasgow í Skotlandi.
Serliga messan í Trondheimi, sum er alimessa burturav, er áhugaverd, sigur Sofus Johannesen. Tað kemst partvís av, at nogv av tí, sum uppfunnið og framleitt verður til alivinnuna, júst kemur úr Noreg, og tí fyrst og fremst verður sýnt fram har.
Sofus Johannesen heldur ikki, at teir, sum hava eina slíka stóra messu so høgliga fyri, fara at flyta nakað stórvegis av týdningi til eina messu í Føroyum.
Til tess er marknaðurin í Føroyum so mikið lítil, at tað verður avmarkað, hvat selt verður. Og Sofus Johannesen væntar ikki, fremmandi keyparar í stórum tali fara at leita sær hendanveg, tá teir nú hava slíkar messur heima hjá sær sjálvum kortini.
Fyrimunir eru
? Sjálvandi eru tað tó eisini fyrimunir hjá føroysku vinnuni við eini slíkari messu í Føroyum. Tað er nógv lættari og bíligari at koma til, tá messan er her heima, enn tá alt fólk skal sendast aðrastani, sum annars hevur verið vanligt, sigur nevndarformðaurin á Gjáarsmolti.
Men hann tekur aftur í aftur, at tað verður ivaleyst sera tungt at fara at skapa eina nýggja messu í millum allar tær, sum framman undan longu eru »etableraðar«.
Hinvegin fara sjálvandi útlendskir seljarar, sum hava okkurt at selja føroysku alarunum, fiskimonnum og reiðarum, at koma hendaveg við tí, teir fegnir vilja vísa, og selja, føroyingum.
Júst tí, at føroyski marknaðurin er so lítil, metir Sofus Johannesen, nevndarformaður á Gjáarsmolti ikki, at hendan messan fer at taka nakað frá teirri stóru messuni í Tróndheimi.
Ein veruligur trupulleiki, sum kann fara at órógva messur í Føroyum yvirhøvur, eru vánaligu gistingarmøguleikarnir, vit hava.
? Tak nú Skálafjørðin, har messan skal vera. Har er eitt sjómansheim, sum bara er hálvavegna opið. Einki hotel fyrr enn á Eiði ella í Havn. Gaman í verður Norrøna løgd á Runavík, men hon man neyvan far at verða nøkur loysn, sum stevnugestirnir fara at góðtaka varðandi.